2369.19 - Ritgerð (verkætlan) II


Skeiðsnummar
2369.19
Heiti
Ritgerð (verkætlan) II
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika. Staðið Ritgerð I ella samsvarandi førleiki.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at læra tey lesandi at gera eina tvørvísindaliga rannsóknarverkætlan.
Innihald
Tey lesandi skulu sjálvstøðugt gera eina spurdómsstýrda kanning, har tey nýta hugtøk/myndlar/ástøði/tilgongd úr minst tveimum fakøkjum, sum tey hava lært (t.d. stjórnmálafrøði og søgu, ella búskaparfrøði og sosiologi), og sjálvi leita fram heimildir og tilfar, gera eina greining og koma til eina niðurstøðu. Undirvíst verður í, hvat tvørvísindi eru, og hvussu tað kann nýtast í sambandi við spurdómsstýrdar rannsóknir. Harumframt verða tey lesandi sett inn í, hvussu ymisk háttaløg kunnu setast saman og stuðla hvørjum øðrum í gransking og øðrum kanningum. Í samband við verkætlanina skulu tey lesandi avmarka eitt tvørvísindaligt evnisøki og orða ein kanningarspurdóm (problemformulering), sjálvstøðugt savna heimildartilfar saman, gera eina greining og seta úrslitini upp í eina akademiska ritgerð, hvar formalia, notur og keldulisti eru greitt sett upp eftir vanligari akademiskari siðvenju. Uppgávan verður skrivað í bólki ella sum einstaklingur.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, seminar, og kjak. Tey lesandi arbeiða sjálvstøðugt við einari spurdómsstýrdari verkætlan í bólki ella einsæris. Vegleiðing umleið 3x1 tímar fyri hvønn bólk.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi: • Vita, hvat tvørvísindi eru, og skilja, hvussu henda tilgongd kann nýtast til at gera eina spurdómsstýrda kanning • Duga at avmarka eitt tvørvísindaligt kanningarevni (problemfelt) og orða ein spurdóm. • Duga at gjøgnumføra eina spurdómsstýrda tvørvísindaliga kanning, og sjálvstøðugt finna fram empiriskt heimildartilfar. • Vísa, at tey duga at seta úrslitini av kanningini upp í eina akademiska ritgerð eftir vanligari akademiskari siðvenju. • Vísa hegni til sjálvstøðugt akademiskt arbeiðslag.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í skrivligu ritgerðini. Lesandi skulu lata inn og standa uppgávu (1.800-2.250 orð) fyri at sleppa til próvtøku.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Útflýggjaður lestrarlisti umleið 400-500 síður umframt lestrartilfar og heimildir, sum tey lesandi sjálvstøðugt hava funnið fram í samband við ritgerðina.
Ábyrgd
Súsanna Olsen