6112.23 - Umhvørvissøga


Skeiðsnummar
6112.23
Heiti
Umhvørvissøga
ECTS
10
Fortreytir
Miðnám, ella tilsvarandi førleikar.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at lesandi ogna sær grundleggjandi vitan, hugtøk og analytisk amboð at skilja søguligu fortreytirnar fyri teimum umhvørvistrupulleikum vit hava í dag, eins og førleikar at lýsa og greina broytingar í náttúru, mentan, samfelag og politikki úr umhvørvissøguligum sjónarhorni, og hvønn týdning hesar broytingar hava fyri langtíðar burðardygd og vælferð.
Innihald
• Grundleggjandi hugtøk og tilgongdir í umhvørvissøgu. • Menningin av umhvørvissøgu sum vísindagrein. • Global umhvørvissøga. • Umhvørvisdeterminisma og mentanardeterminisma í søgufatan. • Náttúrufatanir, búskapur og umhvørvisbroytingar gjøgnum tíðina. • Burðardygd, vælferð og umhvørvisbroytingar í langtíðar sjónarhorni. • Modernitetur, orka, nýtsla og veðurlagsbroytingar. • Landbúnaður/fiskivinna og umhvørvi. • Imperialisma og umhvørvi.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við fyrilestrum, framløgum frá lesandi, og smærri bólka- og kjakvenjingum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skulu lesandi megna at: • Greiða frá hvussu umhvørvissøga er ment sum tvørvísindalig vísindagrein, serliga seinastu hálvu øldina. • Greiða frá høvuðstilgongdunum innan umhvørvissøgu. • Lýsa hvønn týdning og leiklut mentan og náttúrufatan hava á búskaparligar mannagongdir og á ymiskar hættir at troyta náttúru. • Lýsa og greina hvussu umhvørvisbroytingar søguliga hava ávirkað samfelag, politikk og mentan og umvent. • Lýsa og greina samanhangir millum burðardygd, vælferð og umhvørvi úr langtíðar sjónarhorni.
Próvtøkuháttur
Skrivlig heimauppgáva.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Pensum er umleið 1500 síður.
Ábyrgd
Ragnheiður Bogadóttir