2026.23 - Bachelorritgerð í samfelagsvísindum


Skeiðsnummar
2026.23
Heiti
Bachelorritgerð í samfelagsvísindum
ECTS
20
Fortreytir
Allar bundnar uppgávur á BA-stigi skulu vera góðkendar, áðrenn bacelorritgerðin kann próvdømast.
Endamál
Endalig ritgerð til B.S.Sc. í samfelagsvísindum
Innihald
Eitt sjálvvalt evni innan karmarnar av fakøkinum: sosialvísindi og samfelagsplanlegging. Evnið skal góðkennast av vegleiðara og útbúgvingarleiðara.
Læru- og undirvísingarhættir
Vegleiðing.
Læruúrtøka
Við bachelorritgerðini prógvar hin lesandi at hon/hann megnar at: • greitt og sannførandi at grundgeva fyri evnisøki, spurdómi og avmarking. • grundgeva fyri vali av ástøði og háttalagi í verkætlanini, umframt at føra fram eina greiða ætlan fyri skipan og útinning av uppgávuni. • brúka útvald hugtøk, ástøði og háttaløg til at arbeiða fram egna verkætlan, tvs. sannførandi vísa eginleikar at taka kvalifiserað og kritisk val av ástøði og háttalagi í mun til spurdóm og granskingarspurningar. • savna saman og arbeiða kritiskt við fakligum bókmentum og heimildum (empiri), sum eru viðkomandi fyri spurdómin. • skipa egið arbeiði og úrslit í eina samanhangandi og væl skipaða ritgerð, og á hesum grundarlagi koma fram til viðkomandi og grundaðar niðurstøður og perspektiveringar.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í bachelorritgerðini
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Samsvarar bókmentalista í bachelorritgerðini.
Ábyrgd
Ragnheiður Bogadóttir