6110.23 - Demokrati í teori og praksis


Skeiðsnummar
6110.23
Heiti
Demokrati í teori og praksis
ECTS
10
Fortreytir
Miðnám, ella tilsvarandi førleikar.
Endamál
At tann lesandi fær eina gjølliga fatan av demokrati sum ástøði, hugtaki og fyribrigdi.
Innihald
Á hesum skeiði fara vit at viðgera, hvat demokrati er fyri eitt fyribrigdi, hvar tað kemur frá, og hvussu demokrati verður fatað í dag. Vit fara aftur í gamla Grikkaland har demokratiið tók seg upp og viðgera, hvussu fatanin av demokratii hevur broytt seg gjøgnum tíðina. Dentur verður lagdur á ymisku fatanirnar av demokratii (t.d. liberalt-, konstitutionelt-, republikanskt-, og deliberativt demokrati), ástøði og myndlar um demokrati, og hvussu demokratiskar institutiónir virka í praksis. Vit koma eisini inn á leiklutin hjá politiskum flokkum, og ikki-statsligum felagsskapum (t.d. fjølmiðlum, áhugafelagsskapum), og viðgera avbjóðingar fyri demokratii í 21 øld.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er 30 tímar og verður skipað sum fyrilestrar, bólkaarbeiði og studentaframløgur
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi verða før/ur fyri at: • Greiða frá hvat demokrati sum stýriskipan er, og hvar tað hevur sín uppruna. • Lýsa ymisku fatanirnar av demokratii, ið eru viðgjørdar á skeiðnum og meta um teirra styrki og veikleikar. • Greina, hvussu demokrati virkar við støði í vitan um myndlar og ástøði um demokratiskar skipanir og stovnar. • Greiða frá leiklutinum hjá politiskum leikarum í einari demokratiskari skipan. • Vera før fyri at meta um viðkomandi demokratiskar spurningar í nútíðarsamfelagnum á ein tilvitaðan og grundaðan hátt.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka (5 tímar).
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Áleið 1.000 – 1.200 síður.
Ábyrgd
Jógvan Dalbø Hansen