2027.15 - Smátjóðir í danska kongaríkinum


Skeiðsnummar
2027.15
Heiti
Smátjóðir í danska kongaríkinum
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
Endamál
At veita teimum lesandi grundleggjandi kunnleika til søguna hjá teimum smátjóðum, sum eru ella hava verið partur av danska ríkinum, við serligum atliti at søguni hjá londunum í Útnorðri. Tey lesandi skulu: • hava eina breiða fatan av, hvussu søgurnar hjá einstøku smátjóðunum hanga saman • vera før fyri at orða grundleggjandi samanberandi spurningar, sum kunnu lata upp fyri nýggjum sjónarmiðum. • sjálvstøðugt megna at víðka um sjónarringin og ogna sær nýggja vitan um evnið. Skeiðið vendir sær eisini til fólk, sum hava almennan áhuga í søgu.
Innihald
Tey lesandi fáa í gjøgnum skeiðið breiðan kunnleika til Danmark sum hjálandaveldi, umframt vitan um grundleggjandi søguna hjá teimum smátjóðunum, sum vóru partur av ognum Danmarkar handan hav. Dentur verður lagdur á at geva teimum lesandi kunnleika til dygdargóðar fakligar bókmentir um evnið, umframt førleikar til at miðla hesa vitan til onnur.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 30 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur og kjak. Skeiðið verður skipað í tveir høvuðspartar. Studentarnir skulu hvør sær ella í bólkum velja sær eitt evni og orða ein spurdóm at skriva uppgávu um. Í tí sambandi skulu studentarnir eisini leggja spurdómarnar fram til kjaks við hinar studentarnar.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt, skulu tey lesandi kunna: • greiða frá grundleggjandi søgugongdini hjá londunum í Útnorðri. • duga at síggja samanhangir millum fyribrigdi í søguni hjá teimum ymisku smátjóðunum. • greiða frá grundleggjandi hugtøkum, sum verða brúkt í kolonalismugransking • meta um, hvørja ávirkan tilknýtið til danska ríkið hevur havt á smátjóðirnar sjálvstøðugt megna at leggja fram og viðgera eitt ávíst evni og við samanberandi háttalag fáa nýggj sjónarmið fram.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein umleið 15 síður long individuel ritgerð um eitt sjónarmið ella evni, sum undirvísarin góðkennir. Tey lesandi skulu prógva, at tey megna at gera eina samanberandi greining við støði í teimum málum, ið eru nevnd undir læruúrtøka/Learning outcomes. Fyri at standa próvtøkuna skal tann lesandi frammanundan hava hildið eina munnliga framløgu, umframt opponera móti framløguni hjá einum av studentunum, sum hann lesur saman við.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Umleið 1.000-1500
Ábyrgd
Hans Andrias Sølvará