2112.12 - Grundskeið í vísindaástøði


Skeiðsnummar
2112.12
Heiti
Grundskeið í vísindaástøði
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
Endamál
At veita teimum lesandi grundleggjandi kunnleika um almenn vísindaástøði við denti á tí, sum hevur týdning fyri hug-, samfelags- og námsvísindi. Í undirvísingini verður miðað eftir, at tey lesandi skulu:kenna høvuðsinnihaldið í vísindaástøðiligum stevnum, sum hava týdning í vísindaligum orðaskifti um hug-, samfelags- og námsvísindi. kenna høvuðsinnihald, ástøði og menningarleiðir í hug-, samfelags- og námsfrøði. fáa eina grundleggjandi fatan av, hvussu skyldar vísindagreinar arbeiða. Skeiðið vendir sær eisini til fólk, sum hava áhuga fyri vísindaástøðiligum spurningum.
Innihald
Tey lesandi fáa grundleggjandi kunnleika um almenn vísindaástøði, søguna hjá hug-, samfelags- og námsfrøðifakunum umframt førleika at meta um vísindaástøðiligar stevnur og hvussu vísindaástøðilig sjónarmið ávirka gransking innan ymisk fak.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er umleið 30 tímar – umframt venjingar í bólkum eftir tørvi. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, kjak og venjingar. Skeiðið verður skipað í tveir høvuðspartar. Ein almennan part um vísindaástøði, har venjingar verða lagdar inn, og ein meira serstakan part, sum í størri mun tekur atlit at hug- ogsamfelagsfakunum.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er liðugt, skulu tey lesandi: vera før fyri at seta orð á høvuðsinnihaldið í viðkomandi vísindaligum stevnum.  duga at síggja líkleikar og frámerki millum ymiskar vísindaligar stevnur.  duga at seta atfinningarsamar spurningar til vísindaligar stevnur.  megna at vísa hvussu ymiskar vísindaligar stevnur kunnu geva íblástur til ávís fakøki.  megna at greina vísindaligar stevnur við atliti at heimspekiliga grundstøðinum.
Próvtøkuháttur
Skrivlig 7 tíma bundin roynd. Hjálpiamboð: Eingi. Innanseturs próvdøming við støði í skrivliga avrikinum, har givin verður karakterurin “Staðið” ella “Ikki staðið”.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Umleið 1000 síður Approximately 1000 pages.
Ábyrgd
Jógvan Dalbø Hansen