2112.13 - Grundskeið í vísindaástøði


Skeiðsnummar
2112.13
Heiti
Grundskeið í vísindaástøði
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika. 7 talstigin fyri 1 árs lesandi, 13-stigin fyri onnur Kravskeið á øllum breytum.
Endamál
At ogna sær grundleggjandi kunnleika um vísindaástøði við denti á tí, sum hevur týdning fyri hug- og samfelagsvísindi. Í undirvísingini verður miðað eftir, at tann lesandi skal fáa innlit í søguligu gongdina í viðurskiftum millum vísindi, heimspeki og samfelag, men skal harumframt eisini kenna høvuðsinnihaldið í vísindaástøðiligum stevnum, sum hava týdning í vísindaligum orðaskifti um hug- og samfelagsvísindi. Dentur verður lagdur á at kenna høvuðsinnihald, ástøði og menningarleiðir í hug- og samfelagsvísindum og at fáa eina grundleggjandi fatan av, hvussu skyldar vísindagreinar arbeiða. Tann lesandi skal læra seg at hugsa kritiskt um ástøði.
Innihald
Grundleggjandi kunnleiki um almenn vísindaástøði, serliga tað, ið hevur týdning fyri hug- og samfelagsvísindi. Ymisk vísindaástøði verða viðgjørd, eins og søgan hjá hug- og samfelagsvísindum. Tann lesandi skal vinna sær førleika til at meta um vísindaástøðiligar stevnur og hvussu vísindaástøðilig sjónarmið ávirka gransking innan hesi fak.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 30 tímar. Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við fyrilestrum, framløgum og kjaki.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er liðugt, skal tann lesandi vera før/ur fyri at • seta orð á høvuðsinnihaldið í viðkomandi vísindaligum stevnum. • lýsa líkleikar og munir millum ymiskar vísindaligar stevnur. • seta atfinningarsamar spurningar til vísindaligar stevnur. • vísa hvussu ymiskar vísindaligar stevnur kunnu geva íblástur til ávís fakøki. • greina vísindaligar stevnur við atliti at heimspekiliga grundstøðinum. • seta vísindaástøði inn í hug- og samfelagsvísindaligan samanhang
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 5 tímar. Til próvtøkuna eru øll hjálparamboð loyvd.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við lestrarbyrjan. Umleið 800 síður verða lisnar á skeiðinum. Leiðbeinandi lestrarlisti sæst á heimasíðuni www.setur.fo/til-studentar/foeroyamalsdeildin
Ábyrgd
Hans Andrias Sølvará