2135.15 - Tvørvísind


Skeiðsnummar
2135.15
Heiti
Tvørvísind
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika
Endamál
At geva teimum lesandi eina grundleggjandi fatan av, hvussu samfelagsvísindaligu disiplinirnar hava ment seg, hetta við serligum denti á, hvat tað merkir at útinna tvørvísind.
Innihald
 Fakligu og institutionella menningin av samfelagsvisindum í atskildar disiplinir og teirra serligu eyðkenni.  Tvørvísind sum serlig samfelagsvísindalig læring og samfelagsvísindaligt arbeiði.  Vísindateoretisku avbjóðingarnar við at arbeiða tvørvísindaligt.  Projektgrundað tvørvísindaligt arbeiði.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið byggir á útflýggjað pensum, sum verður gjøgnumgingið við uppleggum, kjaki og venjingum. Tey lesandi hava aktiva luttøku, eitt nú við at leggja fram teirra forstáilsi av úrvaldum tekstum og við at geva teirra ískoyti annars til kjakið. Eisini skulu tey lesandi arbeiða fram eitt tvørvísindaligt essay.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal:  Duga at greiða frá høvuðstættum í søguligu menningini av samfelagsvísindum.  Duga at skilja millum ymiskar samfelagsvísindaligar grundfatanir (positivisma, fenomenologi v.m.).  Duga at greiða frá, hvat tað merkir at arbeiða tvørvísindaligt, tess fyrimunir og avbjóðingar.  Evna at skriva og munnliga verja eitt tvørvísindaligt essay.
Próvtøkuháttur
Munnilig próvtøka við støði í essay og pensum.
Próvdøming
Innanhýsis
Lestrarlisti
Útflýggjaður lestrarlisti.
Ábyrgd
Súsanna Olsen