2137.13 - Problemorienterað projektarbeiði


Skeiðsnummar
2137.13
Heiti
Problemorienterað projektarbeiði
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsskúli ella samsvarandi kvalifikasjónir. 7 talsstigin fyri 1. árs lesandi, 13-stigin fyri onnur.
Endamál
At geva teimum lesandi ein grundleggjandi førleika at arbeiða við problemorienteraðum og tvørvísindaligum projektum, og soleiðis fremja sjálvstøðuga samfelagsvísindaliga innlæring.
Innihald
 Vitan um vitanarframleiðslu, um problemorientering, um problemorienterað projektarbeiði, um projektskriving og um formligu krøvini til projekt.
Læru- og undirvísingarhættir
Hetta verður gjøgnumgingið við fyrilestrum, kjaki og venjingum. Harumframt skriva tey lesandi – antin sjálvi ella í bólki – eitt problemorienterað projekt. Í projektinum finna tey lesandi sjálvstøðugt viðkomandi litteratur, sum harvið eisini inngongur í pensum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal tann lesandi evna at:  Greiða frá, hvat problemorientering, problemformulering og projektarbeiði er.  Greiða frá nøkrum grundviðurskiftum um, hvat vísindi er og hvussu man framleiðir vísindi.  Greiða frá, hvat eitt projekt er, og hvørji element eitt projekt vanliga inniheldur.  Skriva eitt problemlíknandi projekt, tvs eitt projekt sum inniheldur problemfelt, problemformulering, datainnsavnan, tekstviðgerð, niðurstøðu(r), og er tekniskt rætt sett upp. Munnlig próvtøka við støði í innlatnum projekti, har bæði projektarbeiðið og útflýggjaður pensumlisti eru próvtøkugrundarlag.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í innlatnum projekti, har bæði projektarbeiðið og útflýggjaður pensumlisti eru próvtøkugrundarlag.
Próvdøming
Innanhýsis
Lestrarlisti
Útflýggjaður lestrarlisti, sum eisini er til taks á Søgu- og samfelagsdeildini. Harumframt lestrartilfar tey lesandi sjálvstøðugt nýta í egnum projekti.
Ábyrgd
Sonja Jacoba Jógvansdóttir