2143.15 - Politisk hugsan


Skeiðsnummar
2143.15
Heiti
Politisk hugsan
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
Endamál
Endamálið er at geva teimum lesandi innlit í og yvirlit yvir politiska hugsan síðan Platon og fram til í dag.
Innihald
Hvussu er frægast at innrætta samfelagið? Hvat er fyrimunurin við einari demokratiskari skipan í mun til eitt nú einaveldi? Platon var skeptiskur yvir fyri báðum, og Churchill helt speiskur, at demokratiska skipanin er tann ringasta av øllum undantikið allar aðrar stýrisskipanir, sum hava verið royndar upp gjøgnum tíðina. Spurningurin um, hvussu frægast er at skipa seg, hevur upptikið heimspekingar yvir 2500 ár. Vit liva í einum heimi við nógvum politiskum skipanum, og spurningurin vil helst stinga seg upp, so leingi menniskju liva saman í felagsskapi. Í hesum skeiði verður greitt frá, hvørjir høvuðspersónarnir í politiskari hugsan hava verið upp gjøgnum søguna fram til í dag. Nakrir av teimum teoretikarunum, sum verða lýstir, eru Platon, Aristoteles, Locke, Hobbs og Rawls (undirvísarin ger endaligan lista).
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 15x2 tímar. Undirvísingin er sett saman av fyrilestrum undirvísarans, umframt aktivari luttøku frá teimum lesandi.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: • Kenna nøvnini á høvuðspersónunum í politiskari hugsan, herundir nær teir/tær hava livað, duga at greiða frá høvuðslinjunum í tí søgu- og samfelagsliga samanhanginum (søguliga kontekstinum), rithøvundarnir hava liva í. • Duga at greiða frá høvuðstankagongdini hjá teimum teoretikarunum, sum hava verið viðgjørdir í skeiðnum. • Sjálvstøðugt at viðgera og greina týdningin av politisku hugsanini hjá úrvaldum teoretikarum fyri samtíðina.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við 30 min. fyrireikingartíð. Pensum, egnar notur og annað tilfar frá undirvísingini er loyvt at hava við í fyrireikingarhølið.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Max 800 síður.
Ábyrgd
Hans Andrias Sølvará