2365.16 - Mannarættindi, religión og politikkur


Skeiðsnummar
2365.16
Heiti
Mannarættindi, religión og politikkur
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava staðið støðisútbúgvingina á Søgu- og Samfelagsdeildini ella hava samsvarandi førleika.
Endamál
At geva tí lesandi innlit í hugtøk og ástøði um altjóða mannarættindi og skilja spenningarnar ímillum hugtøk sum sekularisering og átrúnað, universalismu og relativismu, rættindi og skyldur, einstaklingin og samfelagið.
Innihald
Øll menniskju hava nøkur grundleggjandi rættindi, sum skulu virðast og verjast uttan mun til politiskar, mentanarligar og átrúnaðarligar kringumstøður. Hetta var endamálið við ST-yvirlýsingini um universell mannarættindi, sum heimsins lond samtyktu í 1948. Men visjónin um at sameina heimsins mentanir og átrúnaðir um nøkur grundleggjandi virði hevur verið trupul at umseta til veruleika, og eftir 1948 hava lond og heimspartar samtykt síni egnu mannarættindi í samljóði við egna mentan, átrúnað og siðvenjur. Tí hvat er ein “mannarættur” í roynd og veru? Hvaðani stava idealini um t.d. trúarfrælsið, talufrælsið og javnstøðu? Er tað yvirhøvur gjørligt at seta í verk “universell” rættindi í einum multikulturellum og multireligiøsum heimi? Ella eru øll rættindi relativ í mun til tíð, stað og trúgv? Hetta tvørfakliga skeiðið kombinearar normativa politiska teori, filosofi, søgu og løgfrøði. Og við aktuellum dømum úti og heima viðger skeiðið, hvussu altjóða normar verða til, og hvussu mótstríðandi normativar hugmyndir, m.a. átrúnaður, mynda bæði altjóða og nationalan politikk.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar hjá høvuðsundirvísara og gestaundirvísarum, bólkaarbeiði og viðgerð av aktuellum case’um. Fakið krevur
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt, skal tann lesandi: - Duga at greiða frá grundleggjandi hugtøkum sum t.d. mannarættindi, sekularisering, universalisma og relativisma - Duga at nýta hesi hugtøk í greining av aktuellum mannarættindaspurningum
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Umleið 1000 síður.
Ábyrgd
Heini í Skorini