2661.15 - Sosialvísindi


Skeiðsnummar
2661.15
Heiti
Sosialvísindi
ECTS
10
Fortreytir
Grundstøði í samfelagsvísindi (2 ár) ella samsvarandi kvalifikasjónir. Kravskeið á triðja ári í Sosialvísind og Samfelagsplanlegging
Endamál
Endamálið er, at tann lesandi tilognar sær vitan um og forstáilsi fyri menningina av vælferð, vælferðarsamfelagi og tann sosiala sektorin í breiðum týdningi, hetta í søguligum og komparativum perspektivi, í teoretiskt grundaðum forstáilsi og samanhangi, umframt innlit í metodur innan gransking av vælferð og vælferðarsamfeløgum.
Innihald
 Vitan um vælferð, vælferðarskipanir, vælferðartænastur og sosialt arbeiði, hetta í nútíðar, søguligum og komparativum perspektivi.  Vitan um “triðja sektorin”, tvs om almannagagnligar og frívilligar organisasjónir, teirra menning og týdning í samfelagsligu menningini.  Vitan um samanspælið millum strukturellar samfelagsligar broytingar og “tað sosiala”, hetta í mun til eitt nú politikk, økonomi og vinnu, sosiala integrasjón og differentiering, arbeiðsmarknaðarviðurskifti, sivilsamfelag, kyn og makt.  Vitan um mentan, identitet og sivilsamfelag, teirra samanspæl og týdning fyri sosiala og samfelagsliga vælferð.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið byggir á útflýggjað pensum, sum verður gjøgnumgingið við fyrilestrum, kjaki og venjingum. Harumframt skriva tey lesandi – antin sjálvi ella í bólki – eitt problemorienterað projekt við støði í einum sosialvísindaligum evni. Í projektinum skulu tey lesandi sjálvstøðugt finna fram relevantan litteratur, sum eisini inngongur í pensum. Tillutað verður ein vegleiðari, sum eisini skal góðkenna val av projekttema. Projektið til hetta tema kann integrerast við projektið í skeiðnum samfelagsplanlegging.
Læruúrtøka
Tann lesandi:  Dugir at greiða frá um sentralar teoriir innan sosialvísindi.  Dugir at greiða frá um søguligu menningina av vælferðarsamfeløgum og sosiala sektorin.  Dugir at greiða frá metodum innan gransking av vælferðarsamfeløgum og sosialum viðurskiftum.  Evnar at strukturera, diskutera og formidla vitan um sosialvísindalig viðurskifti.  Evnar sjálvstøðuga problematisering og problemavmarking, sjálvstøðuga datainnsavnan, umframt at umseta teoretiska/metodiska vitan til praktiskt nýtiligan kunnleika.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í innlatnum projekti, har bæði projektarbeiðið og útflýggjaður pensumlisti eru próvtøkugrundarlag. Til ber at velja, at fara til eksaminasjón í antin projekti ella í pensum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Útflýggjaður lestrarlisti, sum eisini er til taks á Søgu- og samfelagsdeildini. Harumframt lestrartilfar tey lesandi sjálvstøðugt nýta í egnum projekti.
Ábyrgd
Jens Chr. Svabo Justinussen