2664.18 - Praksisskeið – Innleiðsla í geografiskar informasjónsskipanir (GIS)
Skeiðsnummar
2664.18
Heiti
Praksisskeið – Innleiðsla í geografiskar informasjónsskipanir (GIS)
ECTS
2,5
Fortreytir
Grundstøði í samfelagsvísindi (2 ár) ella samsvarandi kvalifikasjónir.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi eina innleiðslu í geografiskar informasjónsskipanir (GIS) úr samfelagsvísindaligum sjónarhorni. Tey lesandi gera grundleggjandi venjingar í ArcGIS eins og grundleggjandi teoretisk hugtøk verða viðgjørd.
Innihald
• Hvat er GIScience (GIS, PGIS og PPGIS)?
• Kartografi, kort projeksjónir og koordinatskipanir
• Data model í GIS (vektor, raster)
• Sløg av geografiskum data (punkt, linjur, polygon)
• Grundleggjandi greiningar i GIS
• At broyta, vísa og skapa geografisk data í GIS
Læru- og undirvísingarhættir
Partur av undirvísingini eru fyrilestrar og annar partur eru venjingar í ArcGIS.
Læruúrtøka
Læruúrtøkur ið skulu vera uppfyltar við skeiðslok eru:
• Kritiskt tilvit um leiklutin og týdningin av GIS í samfelagsvísindini.
• Greiða frá týðandi og grundleggjandi hugtøkum í GIS
• Greiða frá møguleikum og avmarkingum við GIS
• Grundleggjandi vitan um kort projeksjónir og koordinatskipanir
• Vísa, greina og broyta geografisk og attribut data í ArcGIS
Próvtøkuháttur
Fyri at standa skeiðið skulu tríggjar smærri uppgávur latast inn. Hvør uppgáva er ein praktisk venjing sum verður gjøgnumgingin í undirvísingini, og ein skrivligur spurningur (uml. 300-400 orð)
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Umleið 200 síður
Ábyrgd
Ragnheiður Bogadóttir