2666.13 - Praksis skeið - Roknskapur og roknskaparhald


Skeiðsnummar
2666.13
Heiti
Praksis skeið - Roknskapur og roknskaparhald
ECTS
2,5
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava staðið støðisútbúgvingina á Søgu- og Samfelagsdeildini, ella samsvarandi førleika. Kravskeið á triðja ári í Sosialvísind og Samfelagsplanlegging
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva tí lesandi eitt innlit í rokniskap og roknskaparhald. Harímillum at lesa og skilja lyklatøl úr virkis- og landsroknskapum og skilja mun millum virkis- og landsroknskap.
Innihald
Skeiðið er býtt í tveir partar, har fyrri parturin inniheldur gjøgnumgongd av grundleggjandi hugtøkum innan roknskaparhald, gjøgnumgongd av virkisroknskapum innan ymiskar greinar. Annar partur er greining av hvussu landsroknskapurin fyri Føroyar er uppbygdur. M.a. at síggja hvussu inntøkur og útreiðslur verða býttar millum ymisk øki, bæði landafrøðiliga og inntøku-/útreiðslubólkar.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið (30 tímar undirvísing) er sett saman av fyrilestrum undirvísarans, praktiskum venjingum við instruktión og heimauppgávum.
Læruúrtøka
Við skeiðsenda duga tey lesandi: A) Skilja grundleggjandi hugtøk innanfyri roknskaparhald B) Duga at greina ein virkisroknskap C) Skilja hvussu býtið er millum inntøkur og útreiðslur í einum landsroknskapið
Próvtøkuháttur
80% uppmøting umframt innlatan og góðkenning av møguligum
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Max 300 síður umframt annað tilfar latið av undirvísara.
Ábyrgd
Gestur Hovgaard