2808.12 - Grundskeið í stjórnmálafrøði (Stjórnmál og føroyskur politikkur)


Skeiðsnummar
2808.12
Heiti
Grundskeið í stjórnmálafrøði (Stjórnmál og føroyskur politikkur)
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva studentinum innlit í føroyskan politikk og tey evni og ástøði, ið serliga verður gjørt burtur úr innan fyri stjórnmálafrøðina.
Innihald
Ástøði um statin, vald, politiskar flokkar og skipanir, umframt ideologiir, ið verða brúkt í eini stjórnmálafrøðiligari lýsing av politisku stovnunum og flokkunum seinastu øldina, og hvussu hesir eru broyttir, sum umstøðurnar eru broyttar. Í hesum sambandi verður somuleiðis lýst, hvussu politisk mentan og áhugabólkar ávirka gongdina.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar og studentaframløgur - umleið 15 dupulttímar.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka. Tann lesandi fær hálvan tíma til fyrireiking og hevur loyvi at hava pensum og annað tilfar frá undirvísingini við í fyrireikingarhølið. Próvtøkuspurningurin er um eitt ávíst evni í pensum, men perspektiverandi spurningar verða eisini settir til aðrar partar av uppgivna pensum. Próvdømingin er innanseturs eftir galdandi próvtalsstiga.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Pensum umleið 1000 síður.
Ábyrgd
Hallbera Fríða West