2026.16 - Bacheloruppgáva í sosialvísind og samfelagsplanlegging


Skeiðsnummar
2026.16
Heiti
Bacheloruppgáva í sosialvísind og samfelagsplanlegging
ECTS
20
Fortreytir
Allar bundnar uppgávur á BA-stigi skulu verða góðkendar, áðrenn bacheloruppgávan kann próvdømast.
Endamál
Endalig uppgáva (projekt) til BA.
Innihald
Endalig uppgáva (projekt) til BA.
Læru- og undirvísingarhættir
Vegleiðing.
Læruúrtøka
Við bacheloruppgávuni megnar tann lesandi: – Greitt og sannførandi at grundgeva fyri evnisøki, problemstilling og spurdómi. – Grundgeving fyri vali av ástøði og háttalagi í verkætlanini, umframt at føra fram eina greiða ætlan fyri skipan og útinning av uppgávuni. – Skjalprógva innsavnan og kritiskt arbeiði við fakligum bókmentum, sum eru viðkomandi fyri spurdómin. – Brúka útvald hugtøk, ástøði og háttalag til at arbeiða fram egna verkætlan, tvs vísa eginleikar at taka kvalifiserað og kritisk val av ástøði og háttalagi í mun til spurdóm og problemstilling. – Eginleikar at skipa egið arbeiði og úrslit í eina samanhangandi og væl skipaða ritgerð, og á hesum grundarlagi koma fram til viðkomandi og grundaðar niðurstøður og perspektiveringar.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í bacheloruppgávuni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Samsvarar litteraturlista í bacheloruppgávuni.
Ábyrgd
Jens Christian Svabo Justinussen