2112.15 - Grundskeið í Vísindaástøði


Skeiðsnummar
2112.15
Heiti
Grundskeið í Vísindaástøði
ECTS
10
Fortreytir
Miðnám, ella tilsvarandi útbúgvingarstig
Endamál
At ogna sær grundleggjandi kunnleika um vísindaástøði við denti á tí, sum hevur týdning fyri hug-og samfelagsvísindi. Í undirvísingini verður miðað eftir, at tann lesandi skal fáa innlit í søguligu gongdina í viðurskiftum millum vísindi, heimspeki og samfelag, men skal harumframt eisini kenna høvuðsinnihaldið í vísindaástøðiligum stevnum, sum hava týdning í vísindaligum orðaskifti um hug- og samfelagsvísindi. Dentur verður lagdur á at kenna høvuðsinnihald, ástøði og menningarleiðir í hug og samfelagsvísindum og at fáa eina grundleggjandi fatan av, hvussu skyldar vísindagreinar arbeiða. Tann lesandi skal læra seg at hugsa kritiskt um ástøði
Innihald
Grundleggjandi kunnleiki um almenn vísindaástøði, serliga tað, ið hevur týdning fyri hug – og samfelagsvísindi. Ymisk vísindaástøði verða viðgjørd, eins og søgan hjá hug- og samfelagsvísindum.Tann lesandi skal vinna sær førleika til at meta um vísindaástøðiligar stevnur og hvussu vísindaástøðilig sjónarmið ávirka gransking innan hesi fak
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er umleið 30 tímar. Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við fyrilestrum, framløgum og kjaki. Lisnar verða grundbókmentir og valdir frumtekstir, sum tilsamans eru inngangur til vísindaástøðiligar spurningar
Læruúrtøka
Læruúrtøka: Tá ið skeiðið er liðugt, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • seta orð á høvuðsinnihaldið í viðkomandi vísindaligum stevnum. • lýsa líkleikar og munir millum ymiskar vísindaligar stevnur. • seta atfinningarsamar spurningar til vísindaligar stevnur. • vísa hvussu ymiskar vísindaligar stevnur kunnu • geva íblástur til ávís fakøki. • greina vísindaligar stevnur við atliti at heimspekiliga grundstøðinum. • seta vísindaástøði inn í hug-og samfelagsvísindaligan samanhang
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 5 tímar. Til próvtøkuna eru øll hjálpiamboð loyvd
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Umleið 800 síður
Ábyrgd
Hans Andrias Sølvará