2363.15 - Grundskeið í sosiologi


Skeiðsnummar
2363.15
Heiti
Grundskeið í sosiologi
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
Endamál
Endamálið er at geva tí lesandi innlit í sosiologi sum vísindaligt fak, hetta við denti á sosiologisk hugtøk og teori. Endamálið er eisini, at tann lesandi lærir at brúka hesi hugtøk til at greina viðkomandi sosiologisk evni
Innihald
Skeiðið fevnir um klassisk og nýggjari teori í sosiologi, sæð í einum søguligum og nútímans ljósi. Teoriin verður knýtt at týðandi evni innan sosiologi sum t.d. klassi, kyn, forbrúk, mentan og familju, og sett inn í ein føroyskan og altjóða samanhang
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið fevnir um klassisk og nýggjari teori í sosiologi, sæð í einum søguligum og nútímans ljósi. Teoriin verður knýtt at týðandi evni innan sosiologi sum t.d. klassi, kyn, forbrúk, mentan og familju, og sett inn í ein føroyskan og altjóða samanhang
Læruúrtøka
Lesandi skulu prógva, at tey: • Kenna sosiologisk grundhugtøk • Duga høvuðslinjurnar í teimum teorium tey læra um á skeiðnum • Eru før fyri at fara í dýbdina við sosiologiska viðgerð • Eru tilvitað sosiologiskt háttalag
Próvtøkuháttur
Bundin 4 tíma skrivliga próvtøku uttan hjálparamboð. Fortreyt fyri at sleppa til próvtøku er, at lesandi hava havt framløgu í tímanum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Pensum umleið 1000 síður
Ábyrgd
Erika Anne Hayfield