2364.15 - Grundskeið í mentanarfrøði


Skeiðsnummar
2364.15
Heiti
Grundskeið í mentanarfrøði
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
Endamál
Endamálið er at geva tí lesandi innlit í mentanarfrøði sum vísindaligt fak, hetta við denti á mentanarfrøðilig hugtøk og teori. Endamálið er eisini, at tann lesandi lærir at brúka hesi hugtøk til at greina viðkomandi mentanarfrøðilig.
Innihald
Skeiðið fevnir um klassisk og nýggjari teori í antropologi, sæð í einum søguligum og nútímans ljósi. Teoriin verður knýtt at týðandi evni innan antropologi sum t.d. klassi, kyn, religión, mentan og familju, og sett inn í ein føroyskan og altjóða samanhang
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er býtt í tveir partar. Fyrsti partur fevnir um 5 ferðir undirvísing á 3,5 tímar við tilsvarandi pensum, svarandi til 5 ECTS (undirvísing fer fram saman við skeið 2362.15). Undirvísingin í fyrsta parti, er sett saman av fyrilestrum undirvísarans, umframt virkna luttøku frá teimum lesandi. Lesandi skulu eisini hava framløgu í tímanum. Seinni partur er sjálvlestur við tilsvarandi pensum, svarandi til 5 ECTS.
Læruúrtøka
Lesandi skulu prógva, at tey: • Kenna antropologisk grundhugtøk • Duga høvuðslinjurnar í teimum teorium tey læra um á skeiðnum • Eru før fyri at fara í dýbdina við antropologiska viðgerð • Eru tilvitað um antropologiskt háttalag
Próvtøkuháttur
Bundin 4 tíma skrivliga próvtøku uttan hjálparamboð. Fortreyt fyri at sleppa til próvtøku er, at lesandi hava havt framløgu í tímanum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Pensum umleið 1000 síður
Ábyrgd
Erika Anne Hayfield