2670.16 - Praksisskeið – Grundskeið í hagfrøði


Skeiðsnummar
2670.16
Heiti
Praksisskeið – Grundskeið í hagfrøði
ECTS
5
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika. Grundleggjandi telduførleikar, herundir Excel
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi eitt yvirlit yvir og innlit í tey vanligastu kvantitativu háttaløgini, sum verða nýtt í samfelagsfrøði, serliga lýsandi hagfrøði (descriptive statistics), men at tey eisini kenna til útleiðandi hagfrøði (inferential statistics), og at menna praktisku førleikarnar hjá tí lesandi at nýta hesi háttaløg í einari greining.
Innihald
Innsavnan og skipan av kvantitativum data, har undirvíst verður í, hvussu ein kann savna saman hesi data (herundir spurnarkanningar), og hvussu tey kunnu setast upp, soleiðis at sum mest av informasjónsvirði fæst uppá einfaldasta máta. Givin verður frálæra í teimum mest brúktu hagfrøðiligu amboðunum, sum verða brúkt innan kvantitativ háttaløg.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestraundirvísing og venjingar tilsamans 30 tímar. Dentur lagdur á, at tann lesandi umframt at lesa og seta seg inn í pensum til hvønn skeiðsgang eisini er til staðar í sjálvari undirvísingini og luttekur virkin í øllum venjingum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi • Duga at greiða frá teimum kvantitativu og hagfrøðiligu háttaløgum, sum hava verið viðgjørd á
Próvtøkuháttur
Skrivlig heimauppgáva.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Umleið 200-250 síður.
Ábyrgd
Jens Christian Svabo Justinussen