2808.14 - Grundskeið í stjórnmálafrøði (Stjórnmál og føroyskur politikkur)


Skeiðsnummar
2808.14
Heiti
Grundskeið í stjórnmálafrøði (Stjórnmál og føroyskur politikkur)
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva studentinum innlit í føroyskan politikk og tey evni og ástøði, ið serliga verður gjørt burtur úr innan fyri stjórnmálafrøðina.
Innihald
Ástøði um statin, vald, politiskar flokkar og skipanir, umframt ideologiir, ið verða brúkt í eini stjórnmálafrøðiligari lýsing av politisku stovnunum og flokkunum seinastu øldina, og hvussu hesir eru broyttir, sum umstøðurnar eru broyttar. Í hesum sambandi verður somuleiðis lýst, hvussu politisk mentan og áhugabólkar ávirka gongdina.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar og studentaframløgur - umleið 15 dupulttímar.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal duga: • At greiða frá ástøði um statin, vald, politiskar flokkar, politiskar skipanir og ideologiir. • At brúka hugtøkini og ástøðini tey hava lært til gerða eina sjálvstøðug greining av politiskum og umsitingarligum evnum.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka. Tann lesandi fær hálvan tíma til fyrireiking og hevur loyvi at hava pensum og annað tilfar frá undirvísingini við í
Próvdøming
Innanhýsis
Lestrarlisti
Pensum umleið 1000 síður
Ábyrgd
Hallbera Fríða West