2134.13 - Samfelagsvísindalig háttaløg/metoda


Skeiðsnummar
2134.13
Heiti
Samfelagsvísindalig háttaløg/metoda
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi útbúgving.
Endamál
At geva teimum lesandi: • innlit í háttaløg/metodur, sum verða nýttar í samfelagsvísindi • innlit í hvussu ein skipar granskingartilgondir í mun til spurdómar og háttaløg/metodir • innlit í hvussu ein brúkar tey/tær ymsu háttaløgini/metodurnar í verki
Innihald
Dentur verður lagdur á, at tey lesandi: a) fáa eitt vísindateoretiskt grundstøði kring kanningarhættirnar/metodurnar b) gera seg kunnug við at problematisera, innsavna og viðgera data við støði í samfelagsvísindaligum tilgongdum Tey lesandi fáa gjøgnum fyrilestrar fyrsta breiða innlitið í metodulæru. Skeiðið fevnir um bæði kvalitativa og kvantitativa metodu. Harumframt fáa tey innføring í participatoriskar metodur. Tey lesandi fáa innføring í, hvussu vit nýta hetta handverk í praksis. Eitt nú fara vit at arbeiða við problemorðingum/spurdómum, val millum ymiskar metodur, fyrireiking av samrøðum, tilevning av spurnabløðum, innsavnan av data, viðgerð í dataforriti, og hvussu vit kunnu formidla úrslit av hesum. Tey lesandi fáa eisini innføring í etiskar spurningar og tvístøður innan gransking umframt, at tey verða kunnaði um lóggávu og datatrygd.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði og venjingar
Læruúrtøka
Eftir skeiðið í samfelagsvísindaligum háttaløgum/metodum verða tey lesandi før fyri m.a. at skilja millum kvalitativa og kvantitativa metodu og styrkir og veikleikar hjá hesum báðum metodum. Harumframt hava tey lesandi ognað sær vitan um, hvussu tey kunnu nýta hesar metodur í praksis í sambandi við verkætlanir og ritgerðir.
Próvtøkuháttur
Individuel munnlig próvtøka. Próvtøkan tekur støði í einari synopsis uppá í mesta lagi 5 síður, sum tann lesandi ger sjálvstøðugt. Alt pensum telur við í próvdømingini. Fyri at standa skeiðið, skulu bæði synopsis og munnlig próvtøka vera góðkend. Innanhýsis próvdøming eftir galdandi próvtalsstiga.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Pensum: Umleið 600 síður. W. Lawrence Neuman, University of Wisconsin, Whitewater: Social Research Methods: Qualitative and Quantitative Approaches: International Edition. Umframt annað tilfar, ið verður lagt á FC-stevnuna.
Ábyrgd
Dennis Holm