2667.15 - Institusjón, organisasjón og sosial broyting


Skeiðsnummar
2667.15
Heiti
Institusjón, organisasjón og sosial broyting
ECTS
10
Fortreytir
Staðið tema 1 og tema 2 á sosialvísind og samfelagsplanlegging, ella samsvarandi kvalifikasjónir.
Endamál
Endamálið er, at tann lesandi tilognar sær eitt víðkað innlit og forstáilsi fyri tann týdning sum sosial- og planleggingarfeltini hava í modernaða samfelagnum, hetta við serligum denti á tess institusjonella og organisatoriska grundarlagi.
Innihald
 Teori um institusjónir og sosiala broyting og teirra týdning til at skilja vælferð, vælferðarskipanir, umframt plan- og avgerðar tilgongdir.  Teori um modernaðar organisasjónsformar í menning av plan- og sosialsektorunum í samfelagnum, hetta við støði í leiklutinum hjá almenna sektorinum, men eisini í samanspælinum millum stat, marknað og sivilsamfelag.  Metodiskar avbjóðingar innan gransking av institusjónum, organisasjónum og sosialari broyting.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið byggir á útflýggjað pensum, sum verður gjøgnumgingið við uppleggum, kjaki og venjingum. Tey lesandi hava aktiva luttøku, eitt nú við at leggja fram teirra forstáilsi av úrvaldum tekstum og við at geva teirra ískoyti annars til kjakið.
Læruúrtøka
Tann lesandi:  Dugir at greiða frá um týðandi partar av samfelagsins sosial- og plansektorum.  Evnar at diskutera og kritiskt greiða frá samanspælinum millum sosial og plansektorar samfelagsins og teirra funksjónir. Evnar at diskutera og kritiskt greiða frá hvussu sosial og plansektorar samfelagsins eru skipaðir, virka og broytast.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í pensum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Útflýggjaður lestrarlisti, sum eisini er til taks á Søgu- og samfelagsdeildini.
Ábyrgd
Jens Christian Svabo Justinussen