2020.14 - Eldri føroysk søga


Skeiðsnummar
2020.14
Heiti
Eldri føroysk søga
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika
Endamál
At veita teimum lesandi grundleggjandi kunnleika til eldru søgu Føroya í norðurlendskum høpi og fyritreytirnar fyri søguligu gongdini, yvirlit yvir týðandi gransking, sum er tøk á økinum, og grundleggjandi førleikar til at meta um dygdina á útvaldum verkum og søguligum heimildum. Skeiðið vendir sær eisini til fólk, sum hava almennan áhuga fyri eldri søgu í norðurlondum við serligum denti á Føroyar.
Innihald
Tey lesandi fáa í gjøgnum skeiðið grundleggjandi kunnleika til søgu Føroya í elstu tíðum, sambandið millum søguligu gongdina við søgulig viðurskifti í grannalondunum og bókmentir um evnið.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er umleið 30 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar og kjak. Tey lesandi skulu við skeiðsbyrjan velja sær eitt evni, sum tey skulu fyrireika seg uppá at hava framløgu um fyri restina av flokkinum. Tá skeiðið er liðugt skulu tey lesandi prógva, at tey: • duga at síggja samanhangir millum fyribrigdi í eldru søgu Føroya og søgulig viðurskifti í grannalondum landsins. • duga at meta um útvald verk/sjónarmið á økinum. • eru før fyri at meta um ymiskar keldur til avmarkaði evni á økinum. • sjálvstøðugt megna at leggja fram og viðgera eitt ávíst evni á økinum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skulu tey lesandi prógva, at tey: • duga at síggja samanhangir millum fyribrigdi í eldru søgu Føroya og søgulig viðurskifti í grannalondum landsins. • duga at meta um útvald verk/sjónarmið á økinum. • eru før fyri at meta um ymiskar keldur til avmarkaði evni á økinum. • sjálvstøðugt megna at leggja fram og viðgera eitt ávíst evni á økinum.
Próvtøkuháttur
Munnlig uttanseturs próvtøka í pensum. Tann lesandi fær hálvan tíma til fyrireiking og hevur loyvi at hava pensum og annað tilfar frá undirvísingini við í fyrireikingarhølið. Próvtøkuspurningurin er um eitt ávíst evni í pensum, men perspektiverandi spurningar verða eisini settir til aðrar partar av uppgivna pensum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Pensum er umleið 1000 síður, harav umleið 100 síður í keldum.
Ábyrgd
Hans Andrias Sølvará