2022.15 - Nýtíðar heimssøga


Skeiðsnummar
2022.15
Heiti
Nýtíðar heimssøga
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
Endamál
At veita teimum lesandi grundleggjandi kunnleika til heimssøguna aftaná 1750, við serligum atliti at evropeiskari og evropeiskt sprotnari søgu, her í millum politiskum, búskaparligum og mentanarligum rákum, umframt at tey lesandi kunnu taka støðu til søgufrøðiligar tulkingar og grundarlagnum undir teimum. Tey lesandi skulu: Skeiðið vendir sær eisini til fólk, sum hava almennan áhuga í søgu
Innihald
Tey lesandi fáa í gjøgnum skeiðið breiðan kunnleika til grundleggjandi samanhangir í heimssøguni aftaná 1750, umframt vitan um grundleggjandi samfelagsviðurskifti í evropeisku samfeløgunum í tíðarskeiðinum. Dentur verður lagdur á at geva teimum lesandi kunnleika til dygdargóðar fakligar bókmentir um evnið, umframt førleikar til at miðla hesa vitan til onnur.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 30 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur og kjak. Skeiðið verður skipað í tveir høvuðspartar. Studentarnir skulu hvør sær ella í bólkum velja sær eitt evni og orða ein spurdóm, sum skal leggja til grund fyri framløgu fyri hinum studentunum á holdinum. Framløgan er ein treyt fyri at sleppa upp til próvtøku í fakinum
Læruúrtøka
Læruúrtøka / Learning outcomes Tey lesandi skulu: • hava eina breiða fatan av samanhanginum í heimssøguni aftaná 1750 • vera før fyri at orða grundleggjandi spurningar í evropeiskari søgu aftaná 1750 • sjálvstøðugt megna at víðka um sjónarringin og ogna sær nýggja vitan um evnið
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við uttanseturs próvdøming. Meðan lærari og próvdómari eru til staðar, velur studenturin spurning, sum studenturin fær 30 minuttir til at fyrireika seg uppá. Í fyrireikingarhølinum hevur studenturin loyvi til at hava pensum, útflýggjaðar og egnar viðmerkingar, har hann kann leita sær upplýsingar
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Umleið 1000 síður
Ábyrgd
Hans Andrias Sølvará