2140.17 - Grundleggjandi fyrisitingarlóg


Skeiðsnummar
2140.17
Heiti
Grundleggjandi fyrisitingarlóg
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika
Endamál
At veita innlit í føroyska fyrisitingarlóg, serliga tey mongu sløgini av rættarkeldum, tinglógir, dómalóg, venju hjá eitt nú umboðsmanni og kærunevndum, umframt lógkøna læru. Út frá dømum um praktiskar avbjóðingar í føroyskari fyrisiting verða tey lesandi kunnaði um mótini, har fyrisitingarligar reglur møta ætlanum og heimildum hjá stovnum og rættindum og virksemi hjá borgarum. Dentur verður lagdur á háttalag at meta um rættarstøðuna.
Innihald
Í praktiskari fyrisiting á almennum stovnum verða stór krøv sett fyrisitarum, bæði lógkønum og fólki við aðrari útbúgving. Karmar eru settir í lóg, men innan hesar karmar skulu fyrisetarar leggja virki sítt til rættis. Mótvegis borgarum skal fyrisitast rætt formliga og innihaldsliga, mótvegis leiðsluni skal bæði vísast trúfesti og ráðgeving um møguleikar og avleiðingar. Fyrisiting krevur oftast at neyðugt er bæði at hava serkunnleika á ávísum tøkniligum øki og at duga at brúka fyrisitingarligar meginreglur. Skeiðið skal tí geva teimum lesandi kunnleika og amboð at greina tær ymsu skyldur og reglur, ið hvíla á fyrisitingin. Tey lesandi verða fyrireikaði til bæði at taka avgerðir og at ráðgeva í almennari fyrisiting í føroyskum høpi.
Læru- og undirvísingarhættir
30 tímar. Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og venjingum. Møguliga verða studentaframløgur eisini.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: -Greiða frá fyrisitingarlóg, lógkeldum, heimildum, stovnum og trætuskipanum. -Sýna ítøkiliga og breiða vitan um og fatan av innihaldsligu evnunum í føroyskum høpi. -Greiða frá viðkomandi tulkingarhættum og tulkingaravbjóðingum, eisini týdninginum av mennandi venju og ymsum sløgum av siðvenju. -Greiða frá grundleggjandi og serligum rættindum borgaranna í almennari fyrisiting. -Greiða frá heimildum og venju hjá ymsu trætustovnunum og høvinum hjá pørtunum at nýta hesar stovnar. -Miðla og orða vitan og framløgu fakliga og málsliga vandaliga merkt av greiðari skipan og høpi.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka. Til próvtøkuna fær hin lesandi 4 tímar, og hevur hann loyvi at hava pensum og annað tilfar við frá undirvísingini.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Kári á Rógvi & Bárður Larsen: Fyrisitingarlóg (lærubók), 2 útg. 2012 (verður býtt út). Torkil Rasmussen: Tilfarssavn í Fyrisitingarlóg, tøkt á Moodle undan undirvísing.
Ábyrgd
Bárður Larsen