2367.16 - Bioetikkur


Skeiðsnummar
2367.16
Heiti
Bioetikkur
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleiki.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at gera tann lesandi tilvitaðan um etiskar spurningar í samband við biotøkni og biovísindi, og hvussu hesir spurningar verða viðgjørdir útifrá einum moralfilosofiskum sjónarmiði.
Innihald
Menningin innan biotøkni og biovísindi gongur skjótt í hesum árum. Hettar letur upp fyri stórum møguleikum innan heilsuvísindi og tøkniliga menning, ið hava týdning fyri einstaklingin og samfelagið sum heild. Men samstundis reisir menningin fleiri grundleggjandi etiskar spurningar, sum vit ikki koma uttan um at fyrihalda okkum til. Bioetikkur viðger eina røð av hesum spurningum. Sum dømi kunnu nevnast ílegugransking, genterapi, kynsbótartøkni v.m. Bioetikkur umskarast eisini við medicinskan etikk. Her eru tað spurningar so sum fosturdiagnostikkur, heiladeyðs- kriteriið, organflutningur, eftirgjørdur gitnaður, virkin deyðshjálp v.m. Skeiðið miðar ímóti at lýsa, hvussu hesir spurningar verða viðgjørdir frá einum moralfilosofiskum sjónarmiði. Í hesum høpi verður eisini lýst, hvat etisk argumentatión er, og hvørjum fortreytum hon hvílir á, og hvussu etisk argumentatión kann nýtast til at viðgera bioetiskar spurningar.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestraundirvísing, kjak og aktiv luttøka hjá tí lesandi
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi: • Hava yvirlit yvir teir vanligastu etisku spurningarnar, sum menningin innan biovísindi og biotøkni setur. • Skilja hvat etisk argumentatión er, og hvørjum fortreytum hon hvílir á. • Kenna til vanligastu moralfilosofisku sjónarmiðini. • Vera før fyri at kenna aftur (idendifisera/skilmarka?) etiskar spurningar í nýtíðarsamfelagnum. • Duga at greina etiskar kjarnuspurningar í samband við biotøkni og biovísindi. • Vera før fyri at taka støðu til bioetiskar spurningar á ein tilvitaðan og grundaðan hátt.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Umleið 800 síður.
Ábyrgd
Jógvan Dalbø Hansen