2017.14 - Grundskeið í sosiologi


Skeiðsnummar
2017.14
Heiti
Grundskeið í sosiologi
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleiki.
Endamál
Endamálið er at geva tí lesandi eitt innlit í sosiologi sum vísindaligt fak, hetta við denti á sosiologisk hugtøk og teori. Endamálið er eisini, at tann lesandi lærir at brúka hesi hugtøk til at greina viðkomandi sosiologisk evni.
Innihald
 Sosiologisk grundhugtøk, sum t.d. rationalisering, differentiering, kyn, makt, konformitetur og risiko.  Søguliga menningin av sosiologiini sum fak.  Klassisk og nýggjari sosiologisk teori.  Evnini verða sett inn í ein føroyskan og altjóða samanhang.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er sett saman av fyrilestrum, aktivari luttøku frá teimum lesandi (kjaki/uppleggum), umfram skrivliga uppgávu (essay).
Læruúrtøka
Tann lesandi skal:  Duga at endurgeva og greiða frá menningini av sosiologi sum fak.  Duga at endurgeva og greiða frá høvuðstýdninginum í teimum lyklahugtøkum tey hava lært um á skeiðnum.  Duga at greiða frá høvuðslinjunum í teimum teorium tey læra um á skeiðnum.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við grundarlagi í skrivligari uppgávu um viðkomandi evni, sum verður lýst og greinað út frá sosiologiskum hugtøkum. Evnið verður valt í samráð við undirvísara. Uppgávan skal vera max. 5000 orð.
Próvdøming
Innanhýsis
Lestrarlisti
Umleið 1000 síður
Ábyrgd
Gestur Hovgaard