2110.16 - Vísindaástøði og háttaløg


Skeiðsnummar
2110.16
Heiti
Vísindaástøði og háttaløg
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleiða.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva tí lesandi grundleggjandi vitan um vísindaástøði og háttaløg. Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi eina grundleggjandi vitan um vísindaástøði og háttaløg
Innihald
Grundleggjandi vísindaástøði, har dentur verður lagdur á at skilja ímillum vísindaligu stevnurnar (positivisma, hermeneutik, fænemenologi, strukturalismu, kritisk realisma, socialkonstruktivisma, pragmatisma). Innlit í tey vanligastu kvalitativu og kvantitativu háttaløgini (herundir lýsandi hagfrøði), og hvat tilknýti hesi hava til tær vísindateoretisku stevnurnar. Harumframt fáa tey lesandi eina innleiðslu í lestrarførleika og fróðskaparhegni (akkademiskum hándverki).
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað sum fyrilestrar, samrøður, bólkaarbeiði, venjingar og bókasavnsvitjan.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal tann lesandi • Duga at greiða frá høvuðssjónarmiðunum í vísindaligu stevnunum, hann/hon hevur lært um í skeiðnum. • Duga at greiða frá, hvørji kvalitativ og kvantitativ háttaløg eru í samfelagsvísind og søgu. • Duga at greiða frá og hugleiða um tilknýti millum vísindaligu stevnurnar og háttaløg. • Duga sjálvstøðugt at leggja sín lestur til rættis og duga grundleggjandi akkademiskt hándverk.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd (5 tímar) í vísindaástøði, umframt ein bundin skrivlig heimauppgáva í háttaløgum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Millum 600-800 síður