2286.17b - Roknskaparfrøði og greining


Skeiðsnummar
2286.17b
Heiti
Roknskaparfrøði og greining
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleiki.
Endamál
At tann lesandi kennir og skilir • Roknskaparbygnað og roknskaparframløgu. • Ársroknskaparlógina, frøðimál, reglur og modellir • Búskaparligar og roknskaparligar meginreglur, sum Ársroknskapar-lógin byggir á. • Vitanarroknskapir, grønar roknskapir og virkisætlanir.
Innihald
Fakøkið innan roknskaparfrøði og greining er uttanhýsis roknskapur, har frágreiðing um og meting av búskaparligu støðu virkisins verða framd út frá ársfrásøgnini hjá virkinum. Víðfevndar roknskaparligar broytingar, bæði innanlands og í altjóða høpi, hava økt um góðskuna av ársfrásagnum og ført við sær einsháttaðar ársfrásagnir, sum eru grundaðar á altjóða reglur og fyrisetingar (standardar).
Læru- og undirvísingarhættir
Frálærutímarnir verða nýttir til stuttar fyrilestrar og venjingar og case uppgávur. Studenta framløgur verða gjørdar sambært ætlan. Mælt verður til regluligt og skipað bólkaarbeiði sum liður í fyrireiking. Tey lesandi skulu nýta egin kunningartøkniamboð í sambandi við frálæru og fyrireiking - herundir teldur ella teldlar við hóskandi forritum.
Læruúrtøka
Lesandi, ið hevur staðið skeiðið Roknskaparfrøði og greining sum part av BA/BS prógvi, skal, tá skeiðið er lokið, duga at: • Greiða frá og lýsa grundleggjandi bókhald, ársenda og roknskapar uppseting. • Gera roknskapargreining og aðrar skyldar búskaparligar greiningar við nýtslu av lyklatølum og vísitølum. • Meta um ársfrásøgnina sum heild og hugtakskarmin, sum byggir á rættvísandi mynd, áhugabólkar og grundleggjandi roknskapar-hugtøk, umframt týðandi upplýsingar, sum ársfrásøgnin inniheldur. • Lýsa og meta um roknskaparligar avbjóðingar sum snúgva seg um ársfrásøgn og greining. • nýta ársfrásøgnina á einum yrkisligum brúkara¬stigi til at meta um virkið, herundir strategi, marknað og organisatión.
Próvtøkuháttur
Treytin fyri innskriving til próvtøku er minst ein góðtikin studentaframløga. Próvtøkan verður munnlig við fyrireikingartíð. Munnliga próvtøkan varir 25 minuttir. Fyrireikingartíðin er 30 minuttir, og alt skrivligt tilfar er loyvt undir fyrireikingini. Samskifti við umheimin er ikki loyvt.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður tøkur á deildini
Ábyrgd
Jóannes Jacobsen