2808.16 - Grundskeið í stjórnmálafrøði


Skeiðsnummar
2808.16
Heiti
Grundskeið í stjórnmálafrøði
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva studentinum eitt innlit í tey evni og ástøði, ið serliga verða brúkt innan fyri stjórnmálafrøðina.
Innihald
Ástøði um statin, vald, politiskar flokkar og skipanir, umframt ideologiir, ið verða brúkt í eini stjórnmálafrøðiligari lýsing av politisku stovnunum og flokkunum seinastu øldina, og hvussu hesir eru broyttir, sum umstøðurnar eru broyttar. Í hesum sambandi verður somuleiðis lýst, hvussu politisk mentan og áhugabólkar ávirka gongdina. Evnini verða, har tað er møguligt, eisini lýst við dømum úr føroyskum politikki.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er 35 tímar (10 x 3,5 tímar) og verður skipað sum fyrilestrar, bólkaarbeiði og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Undirvísingin er 35 tímar (10 x 3,5 tímar) og verður skipað sum fyrilestrar, bólkaarbeiði og studentaframløgur.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka (5 tímar). Loyvt er at hava alt pensum og egnar notur við til próvtøkuna.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Pensum umleið 1000 síður
Ábyrgd
Súsanna Olsen