2296.18 - Tilfeingisbúskapur


Skeiðsnummar
2296.18
Heiti
Tilfeingisbúskapur
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsskúlaprógv. Førleikar frá Mikro 1 og Mikro 2 eru avgjørdir fyrimunir.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi innlit í hugtøk, ástøði og háttalag innan tilfeingisbúskap, og gera tey før fyri sjálvstøðugt at brúka hesi í verki.
Innihald
Skeiðið viðger samfelagsliga og vinnuliga handfaring og gagnnýtslu av trimum frummyndarligum “common pool” náttúrutilfeingjum – 1. fiskiríkidømi, 2. oljuríkidømi og 3. vatn og luft sum ruskspannir og reinsiverk fyri burturkast frá vinnuligum virksemi.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, venjingar og framløgur.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal eftir lokið skeið vera førur fyri: • At definera hugtakið tilfeingisrenta og greina týdningin av tilfeingisrentu fyri búskaparfrøði um náttúrutilfeingi. • At definera, hvat “common pool” tilfeingi er, og greina hvørjar serligar avbjóðingar hesi geva við atliti til samfelagsliga sæð skilagóða nýtslu, tvs. størst møguliga realisering av tilfeingisrentu. • At skilja og endurgeva, hvørji sløg av rættindum og skyldum finnast við atliti til gagnnýtslu av náttúrutilfeingi, og leiklutin hjá tí almenna sum garantur fyri hesum rættindum og skyldum. • Við formligum myndlum at greina, hvussu fyritøkur, ið brúka “common pool” náttúrutilfeingi í síni framleiðslu, velja sína framleiðsluætlan, alt eftir hvussu lógarverkið fyri gagnnýtslu av náttúrutilfeinginum er skipað. • Við formligum myndlum at greina heildarjavnvágir í eini vinnu, ið gagnnýtir “common pool” náttúrutilfeingi, og vælferðareginleikar (realisering og býti av tilfeingisrentu) hjá hesum javnvágum, alt eftir hvussu lógarverkið fyri gagnnýtslu av náttúrutilfeinginum er skipað. • At greina politisku tilgongdina, ið definerar rættindi og skyldur við atliti til “common pool” náttúrutilfeingi, undir hesum serliga hvørji viðurskifti hava ávirkan á, í hvønn mun prosessin framleiðir lógir og reglur, ið stuðla undir realisering og ynskiligt býti av tilfeingisrentuni.
Próvtøkuháttur
Skriftlig próvtøka.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
TBA
Ábyrgd
Hermann Oskarsson