2662.18 - Samfelagsplanlegging


Skeiðsnummar
2662.18
Heiti
Samfelagsplanlegging
ECTS
10
Fortreytir
Grundstøði í samfelagsvísindi (2 ár) ella samsvarandi førleikar.
Endamál
Endamálið er, at tann lesandi tilognar sær vitan um og forstáilsi fyri samfelagsplanlegging í breiðum týdningi, tvs. um tær tilgongdir og prosessir sum gjøgnum almennan politikk stuðla undir bevísta samfelagsliga menning, um kollektivar avgerðir og virði, umframt í týdninginum livikor og sosialt burðardygg vilkor hjá samfelagsbólkum og –eindum. Hetta í søguligum og komparativum perspektivi, í teoretiskt grundaðum forstáilsi og samanhangi, umframt innlit í metodur innan gransking av samfelagsplanlegging.
Innihald
• Hvussu planlegging inngongur sum ein nátúrligur partur av samfelagsligu stýringini, harímillum sum demokratiskt reiðskap í bý- og bústaðarplanlegging, umframt í kommunalari, lokalari og regionalari menning. • Hvussu planlegging inngongur sum partur av mentan, vinnu og dagligdegi á bygd og bý, hetta í einum komparativum og rúmligum (lokalum-globalum) spenningsfelti. • Teori um samanspælið millum strukturellar samfelagsligar broytingar og almennan politikk, hetta í mun til eitt nú demokratiska luttøku, sosiala mobilisering, teknologi, kyn og makt.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið byggir á útflýggjað pensum, sum verður gjøgnumgingið við fyrilestrum, kjaki og venjingum.
Læruúrtøka
Tann lesandi: • Dugir at greiða frá um høvuðsástøði innan planlegging. • Dugir at greiða frá søguligu menningini av planlegging sum fakøki. • Evnar at strukturera, diskutera, umframt formidla vitan um planleggingarviðurskifti.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í skrivligari verkætlan millum 4.000-5.000 orð. Alt pensum telur við til próvtøkuna.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Umleið 800-1.000 síður.
Ábyrgd
Jens Christian Svabo Justinussen