6123.23 - Kyn og migratión


Skeiðsnummar
6123.23
Heiti
Kyn og migratión
ECTS
7,5
Fortreytir
Grundstøði í samfelagsvísindum (2 ár) ella samsvarandi førleika
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi innførslu í evnið kyn og migratión. Skeiðið gevur tvørfakliga tilgongd til ástøði um bæði kyn og migratión og gevur teimum lesandi amboð at skilja og greina hvussu sosialar skipanir ávirka kyn og migratión.
Innihald
• Konstruktión av kynsleikluti í mun til tíð og stað. Ávirkanin av tilflyting á kyn, arbeiði og flytføri millum “global north” og “global south” • Ástøði og hugtøk um migration; drívmegi í migration, tvs hvør flytir og hví? • Kynsrelatiónir og ójavnar tvørtur um landamørk. Leiklutin hjá tvørtjóða aktivismu og netverkum í viðgerðini av kynsgrundaða kúging. • Feministisk ástøði og postkolonial feministisk ástøði, fyri at skilja vald, ójavnar og útihýsing grundað á kyn. • Maskulinetsástøði og broytingar í mannfólkakynsleiklutum sum menn og pápar. • Migratión og migratiónspolitikkur í Føroyum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, framløgur, bólkaarbeiði og kjak.
Læruúrtøka
Aftaná lokið skeið skulu lesandi megna at: • Greiða frá og kjakast um ymisk migrationsástøði og orsøkirnar til migratión. • Greiða frá, hvussu sosialir strukturar hava ávirkan á einstaklingin, ið velur migration, í mun til hvaðani viðkomandi kemur • Greiða frá og brúka feministisk ástøði og postkolonial ástøði kritiskt • Greina kyn og migratión við tvørfakligari tilgongd
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva, sum telur uml. 4500 orð
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti (umleið 1000 síður) verður útflýggjaður við lestrarbyrjan
Ábyrgd
Runa Preeti Ísfeld