6122.23 - Innleiðsla í geografiskar informatiónsskipanir (GIS)


Skeiðsnummar
6122.23
Heiti
Innleiðsla í geografiskar informatiónsskipanir (GIS)
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsskúlaprógv ella liknandi førleikar. (Lesandi mugu eisini hava teldu ið kann arbeiða við GIS-forritinum).
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi eina innleiðslu í geografiskar informatiónsskipanir (GIS) og leiklutin og nýtsluna av GIS innan ymisk vísindaøki og í samfelagnum. Skeiðið gevur lesandi grundleggjandi praktiskar og háttalagsligar førleikar í GIS, eins og grundleggjandi ástøðilig hugtøk verða viðgjørd.
Innihald
• Hvat er GIScience (GIS, PGIS og PPGIS)? • Kort, vald og heimsfatanir. • Tøkni, data og fólkaræði. • Kartografi, kort projektiónir og koordinatskipanir. • Data model í GIS (vektor, raster). • Sløg av geografiskum data (punkt, linjur, polygon). • At broyta, vísa og skapa geografisk data í GIS. • Grundleggjandi greiningar i GIS.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, framløgur, kjak og praktiskar venjingar í GIS.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu lesandi vera før fyri at: • Greiða frá grundleggjandi hugtøkum í GIS. • Greiða frá møguleikum og avmarkingum við GIS. • Vísa at tey hava grundleggjandi vitan um kort-projeksjónir og kross-skipanir. • Vísa, greina og broyta geografisk og attribut data í GIS. • Meta um leiklutin og týdningin av GIS innan vísindini. • Meta um samfelagsliga leiklutin og týdningin av GIS.
Próvtøkuháttur
Fyri at standa skeiðið skulu lesandi gera praktiskar venjingar og lata inn eina kortuppgávu.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við lestrarbyrjan.
Ábyrgd
Sissal Tókadóttir Dahl