2661.23 - Sosialvísindi


Skeiðsnummar
2661.23
Heiti
Sosialvísindi
ECTS
10
Fortreytir
Grundstøði í samfelagsvísindi (2 ár) ella samsvarandi kvalifikatiónir
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi ognar sær vitan um og fatan av vælferðarsamfelagnum og sosiala geiranum, bæði í ástøðiligum og empiriskum høpi
Innihald
• Mentan, samleiki og sivilsamfelag; samspælið millum hesi og týdningurin tey hava fyri samfelagsliga vælferð. • Triði geirin, t.e. almannagagnlig og sjálvboðin feløg og týdningurin av hesum í samfelagsligu menningini. • Samspælið millum samfelagsligar broytingar og sosial viðurskifti, hetta í mun til til eitt nú politikk, vinnu og sosiala integratión. • Vælferð, sosial organisatión og sosialt arbeiði.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið byggir á útflýggjaðan lestrarlista, sum verður gjøgnumgingin við fyrilestrum, kjaki og venjingum
Læruúrtøka
Tann lesandi: • Megnar at greiða frá um høvuðsástøði innan sosialvísindi. • Megnar at greiða frá og lýsa gransking av vælferðarsamfelagnum og sosialum viðurskiftum. • Megnar at strukturera, diskutera og miðla vitan um sosialvísindalig viðurskifti.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í skrivligari uppgávu. Skrivliga uppgávan skal telja millum 3000 og 4000 orð.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Umleið 800-1000 síður
Ábyrgd
Runa Preeti Ísfeld