6122.23 - Innleiðsla í geografiskar informatiónsskipanir (GIS)
Skeiðsnummar
6122.23
Heiti
Innleiðsla í geografiskar informatiónsskipanir (GIS)
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsskúlaprógv ella liknandi førleikar. (Lesandi mugu eisini hava teldu ið kann arbeiða við GIS-forritinum).
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi eina innleiðslu í geografiskar informatiónsskipanir (GIS) og leiklutin og nýtsluna av GIS innan ymisk vísindaøki og í samfelagnum. Skeiðið gevur lesandi grundleggjandi praktiskar og háttalagsligar førleikar í GIS, eins og grundleggjandi ástøðilig hugtøk verða viðgjørd.
Innihald
• Hvat er GIScience (GIS, PGIS og PPGIS)?
• Kort, vald og heimsfatanir.
• Tøkni, data og fólkaræði.
• Kartografi, kort projektiónir og koordinatskipanir.
• Data model í GIS (vektor, raster).
• Sløg av geografiskum data (punkt, linjur, polygon).
• At broyta, vísa og skapa geografisk data í GIS.
• Grundleggjandi greiningar i GIS.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, framløgur, kjak og praktiskar venjingar í GIS.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu lesandi vera før fyri at:
• Greiða frá grundleggjandi hugtøkum í GIS.
• Greiða frá møguleikum og avmarkingum við GIS.
• Vísa at tey hava grundleggjandi vitan um kort-projeksjónir og kross-skipanir.
• Vísa, greina og broyta geografisk og attribut data í GIS.
• Meta um leiklutin og týdningin av GIS innan vísindini.
• Meta um samfelagsliga leiklutin og týdningin av GIS.
Próvtøkuháttur
Fyri at standa skeiðið skulu lesandi gera praktiskar venjingar og lata inn eina kortuppgávu.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við lestrarbyrjan.
Ábyrgd
Sissal Tókadóttir Dahl