6320.22 - Antropologi
Skeiðsnummar
6320.22
Heiti
Antropologi
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
Endamál
Endamálið er at geva tí lesandi eina holla fatan av antropologi sum vísindagrein í samfelagsvísindum við serligum denti á ástøði, háttalag og vísindaligt kjak í sosialantropologi í okkara tíð.
Innihald
Antropologisk grundhugtøk sum t.d. mentan, persónur, virði, samleiki og vald
Søguliga menningin av antropologiini sum fak
Klassisk og nýggjari antropologisk ástøði
Evnini sett inn í ein føroyskan og altjóða samanhang
Etnografisk og antropologisk háttaløg og granskingarsiðvenjur
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað við fyrilestrum, framløgum, orðaskifti, bólkaarbeiði og sjálvlestri.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at:
• greiða frá týðandi antropologiskum ástøðum og grundhugtøkum
• meta um frágreiðingarmegina í týðandi antropologiskum ástøðum
• greiða frá og meta um antropologisk hugtøk og ástøði í sambandi við lýsing og greining av samfelagsligum evnum
• Meta um nýtslu av/greiða frá/lýsa antropologisk háttaløg og antropologiskar hugsanarhættir í samfelagsvísindaligum verkætlanum
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva einsæris
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestarlistin er tøkur á Moodle við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Firouz Gaini