8818.17 - Bachelorritgerð


Skeiðsnummar
8818.17
Heiti
Bachelorritgerð
ECTS
20
Endamál
Bachelorritgerðin skal skjalfesta, at lesandi brúkar ástøði og háttaløg í mun til kliniskan sjúkrarøktarfakligan spurdóm. Bachelorritgerðin skal harumframt skjalfesta, at lesandi hevur ognað sær almennar akademiskar førleikar.
Innihald
Lesandi skrivar eina ritgerð, sum verður vard við munnligari próvtøku. Kravt lestrarvirksemi er framløga av ritgerðini aftaná munnligu próvtøkuna. Tvær verkstovur eru í eindini: • Háttaløg og vísindaástøðiligar tilgongdir – innsavnan av empiri • Greinan av empiri • Kjak , keldu- og háttalagskritik • Miðlan – munnlig próvtøka og alment
Læru- og undirvísingarhættir
Ritgerðararbeiði. Framløgur og luttøka í verkstovunum.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • staðfesta, avmarka og grundgeva fyri einum kliniskum sjúkrarøktarfakligum spurdómi • greiða frá hvønn týdning kliniski sjúkrarøktarfakligi spurdómurin hevur í mun til samfelagi • greiða frá hvørji vísindalig krøv eru til útvalda granskingarháttalagið í verkætlanini • leita, velja, greina og meta ástøði umframt kanningar- og granskingarúrslit í mun til sjálvvaldan kliniskan sjúkrarøktrafakligan spurdóm • greina empiri við viðkomandi ástøði • kjaka og meta um valda háttalag, og um tey úrslit, ið eru framsett í verkætlanini • seta fram niðurstøðu og perspektivering • seta fram uppskot um menning av sjúkrarøktini í mun til spurdómsøkið • vísa evni til at skipa egið arbeiði í eini samanhangandi ritgerð
Próvtøkuháttur
Skrivlig og munnlig próvtøka.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Ábyrgd
Liljan av Fløtum