8819.18 - Relatiónin millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum (klinikk)


Skeiðsnummar
8819.18
Heiti
Relatiónin millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum (klinikk)
ECTS
9
Endamál
At tann lesandi megnar at reflektera um menning av relatiónini millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum.
Innihald
Kliniska undirvísingin er á ambulatorium og sjúkrahúsdeildum. Tíðarskeiðið er 6 vikur Kliniska undirvísingin er skipað sum obseverandi lesnaður á kliniskum útbúgvingarstøðum, ið eru eyðkend fyri stutt samband við sjúklingin. • Lesandi observerar, lýsir og reflekterar um sjúkrarøktarfakligar spurdómar í praksis. • Lesandi observerar og partvíst útinnir sjúkrarøkt við denti á relatiónina við sjúklingar í sjúklingagongdum, sum eru eyðkendar við styttri sambondum
Læru- og undirvísingarhættir
Observerandi lesnaður er, at lesandi er saman við sjukrarøktarfrøðingi og observerar og útinnir avmarkaða sjúkrarøkt. Lesandi fær møguleika at observera, lýsa og greina sjúkrarøktarfakligar spurdómar í praksis.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • lýsa ta sjúkrarøkt, ið verður útint á kliniska útbúgvingar-staðnum við denti á relatiónina millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling • meta um støðu sjúklingsins í stutta møtinum • reflektera um relatiónina við sjúklingar í stutta møtinum • duga at tillaga samskifti við atliti at støðu sjúklingsins í stutta møtinum • við vaksandi sjálvstøði veita kunning til og vegleiða sjúklingar í stutta møtinum • leita fram granskingarúrslit í mun til útvaldan spurdóm • meta um møguleikar og forðingar í mun til implementering av granskingar úrslitum innan sjúkrarøktaryrkið • miðla viðgerð av kliniskum spurdómi til medlesandi og starvsfólk í klinikkini • meta um egnan lærutørv í mun til útbúgvingartilgongdina
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva. Sí Krøv til próvtøkuna.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Súsanna Maria Mortensen