8835.15 - Verkætlan - valfrítt evni í sjúkrarøkt


Skeiðsnummar
8835.15
Heiti
Verkætlan - valfrítt evni í sjúkrarøkt
ECTS
15
Endamál
Ætlanin er, at lesandi mennir førleika til at arbeiða vísindaligt við útgangsstøði í verkætlan, ið viðgerð ein kliniskan sjúkrarøktarfakligan spurdóm. Ætlanin er, at lesandi ognar sær vitan um og skil fyri góðskutrygd og góðskumenning innan sjúkrarøkt.
Innihald
Undirvísingin er skipað í tveimum pørtum. Fyrsti partur varir umleið í 8 vikur og tá skriva lesandi eina verkætlan. Innihaldið í hesum partinum er: • Innleiðsla til verkætlan • Verkstova um spurdóm • Verkstova um vísindaástøði og háttalagsfrøði • Verkstova um greinan og kjak Næsti partur varir í umleið 2 vikur og er innihaldið góðskutrygd og góðskumenning av sjúkrarøktini. Innihaldið í hesum parti er, umframt ástøði um góðskutrygd og góðskumenning, eisini: • at lesandi útfrá verkætlanini koma við boðum uppá, hvussu kliniska sjúkrarøktin kann góðskutryggjast og/ella góðskumennast ella • at lesandi metir um/ger eina audit av einari góðskumenningarverkætlan innan sjúkrarøkt
Læru- og undirvísingarhættir
Ástøðiliga undirvísingin er skipað við skifti millum dialog, bólkaarbeiði og verkætlanararbeiði.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • staðfesta, avmarka og grundgeva fyri einum kliniskum sjúkrarøktarfakligum spurdómi • greiða frá hvønn týdning kliniski sjúkrarøktarfakligi spurdómurin hevur í mun til samfelagi • greiða frá hvørji vísindalig krøv eru til útvalda granskingarháttalag í verkætlanini • leita, velja, greina og meta kanningar- og granskingarúrslit í mun til sjálvvaldan kliniskan sjúkrarøktrafakligan spurdóm • leita, velja og greina ástøði í mun til sjálvvaldan kliniskan sjúkrarøktrafakligan spurdóm • greina ein útvaldan kliniskan sjúkrarøktarfakligan spurdóm við viðkomandi ástøði • kjaka um valda háttalag, og um tey úrslit, ið eru framsett í verkætlanini • seta fram niðurstøðu og perspektivering • vísa evni til at skipa egið arbeiði í eini samanhangandi og systematiskari verkætlan • lýsa útvaldu háttaløg innan góðskumenning í mun til sjúkrarøktaryrkið • reflektera yvir møguleikar og forðingar ímun til implementering av menningar- og granskingar úrslitum innan sjúkrarøktaryrkið
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka (verkætlan). Sí Krøv til próvtøkuna.
Próvdøming
Uttanhýsis
Ábyrgd
Liljan av Fløtum