8836.17 - Sjúkrarøkt til menniskju við sálarligum sjúkum


Skeiðsnummar
8836.17
Heiti
Sjúkrarøkt til menniskju við sálarligum sjúkum
ECTS
15
Endamál
At lesandi ognar sær vitan um og skil fyri sjúkrarøkt, sum kann stuðla menniskjanum í tyngjandi sálarligum støðum. At lesandi ognar sær skil fyri sjúkrarøkt í mun til recovery tilgongdina. At lesandi skilur týdningin av námsfrøðiligum og kommunikativum viðurskiftum, í samspælinum ímillum sjúkling, sjúkarøktarfrøðing og avvarðandi.
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum 2 vikur ástøðilig og 8 vikur klinisk undirvísing. Innihaldið er: • Sjúkrarøkt til menniskju, ið eru sálarlig sjúk • Sjúkrarøktarástøði: The Tidal Model hjá Barker & Barker, Kari Martinsen í mun til umsorgan, sansandi og registrerandi eyga • Paradigmir og hugtøk innan sjúkrarøkt til sálarliga sjúk: Miljøterapi, recovery, empowerment, family nursing, spegling, skerming, makt, rúsdrekka og rúsevnis misnýtsla • Relatión millum sjúkling, avvarðandi og starvsfólk/lesandi • Sálarligar sjúkur og teirra eyðkenni • Heilivágur: antipsykotika, anxiolytika, hypnotika, antiepileptika, antidepressiva og centralstimulantia • Undirvísa og vegleiða sjúklingum, avvarðandi og starvsfeløgum, grundað á ástøði. • Samskifti við sjúklingum, avvarðandi og starvsfeløgum, grundað á ástøði. • Siðsemi í mun til sjúkrarøkt til sálarlig sjúk • Psykiatrilógin • Kravt lestrarvirksemi: Greina útvalda praksisstøðu.
Læru- og undirvísingarhættir
Ástøðiliga undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði, sjálvlestur. Kliniska undirvísingin er skipað sum samvirkandi lesnaður. Samvirkandi lesnaður er, at lesandi luttekur í og útinnir sjúkrarøkt saman við sjúkrarøktarfrøðingi. Lesandi observerar, lýsir og greinar sjúkrarøktarfakligar spurdómar og útinnir sjúkrarøkt til útvaldar sjúklingar. Skjalaskjáttan verður brúkt sum amboð til útinnan, refleksjónir og eftirmetingar. Ein temadagur verður skipaður í kliniska útbúgvinginarskeiðinum
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Savna, greina og meta data í mun til at útinna sjúkrarøkt • Greina støðu sjúklingsins við hóskandi ástøðiligari vitan • Duga at brúka ástøði í mun til at útinna og eftirmeta sjúkrarøkt fyri at kunna geva eina evidensgrundaða sjúkrarøkt • Duga at skjalfesta sjúkrarøktina við skjalfestingaramboðnum á útbúgvingarstaðnum • Samstarva í fakligum og tvørfakligum arbeiði, í mun til tørv, røkt og viðgerð hjá tí einstaka og teirra avvarðandi • Greiða frá sjúkueyðkennum knýtt at sálarligum sjúkum • Lýsa recovery sum hugtak og tilgongd (process) • Greiða frá farmakokinetik, farmakodynamik og kliniska farmakologi innan antipsykotika, anxiolytika, hypnotika, antiepileptika, antidepressiva og centralstimulantia • Lýsa innihaldið í galdandi psykiatrilóggávu • Við støði í nýggjastu vitan, undirvísa og vegleiða sjúklingum, avvarðandi, starvsfeløgum og samstarvspørtum, við atliti at teirra luttakarafortreytum • Duga at samskifta við sjúkling, avvarðandi og samstarvspartar grundað á samskiftissástøði og ta serstøðu, ið menniskju við sálarligum avbjóðingum eru í • Duga at møta tí einstaka menniskjanum og avvarðandi, sýna nærleika, forstáilsi og virðing fyri teimum • Reflektera um egnar sálarligar reaktiónir í interaktiónini við sjúklingin • Reflektera um støðu sjúklingsins í mun til autonomi, paternalismu og veika paternalismu • Reflekterar yvir áskoðanir (paradigmir), ið kunnu liggja til grund fyri sjúkrarøktina • Reflektera um útvalda praksisstøðu • Meta um egnan lærutørv í mun til útbúgvingartilgongdina
Próvtøkuháttur
Støðumet
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Annemi Lund Joensen