8867.15 - Sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk (ástøði)


Skeiðsnummar
8867.15
Heiti
Sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk (ástøði)
ECTS
7
Endamál
Ætlanin er at lesandi fær innlit í, metur um og nýtir nýggjastu vitan til at skilja tær broytingar, sum fara fram, tá vit eldast. Ætlanin er at lesandi fær vitan um útvaldar varandi sjúkur og tess avleiðingar fyri tann einstaka. Harumframt skal lesandi ogna sær vitan um heilsuverkið og hvørji tilboð eru til búfólk og heimabúgvandi .
Innihald
• Gerontologi; sæð útfrá einum likamligum, sálarligum og sosialum sjónarhorni • Almanna- og heilsuverkið • Skipan av kommunala eldraøkinum og heimatænastu • Varandi sjúkur: Demens og Apopleksia cerebri • Endurmenning og tvørfakligt samstarv í mun til eldri og varandi sjúk. • Ástøði um lívsgóðsku og uppliving av lívsgóðsku, tá ein eldist ella hevur eina varandi sjúku. • Arbeiða við sjúkrarøktarfakligum spurdómi í mun til eldri og varandi sjúk. • Ábyrgd og skyldir hjá ymiskum heilsustarvsfólkum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Lýsa virkisøkið hjá sjúkrarøktarfrøðinginum í heimatænastuni og á ellis- og røktarheimum • Greiða frá støðuni hjá heimabúgvandi/ búfólki, í mun til ellistilgongdina • Greiða frá patofysiologiskum broytingum við demens og apopleksia cerebri • Greiða frá upplivingini, reaktiónum og meistring at eldast og at hava varandi sjúku • Lýsa rættin hjá heimabúgvandi og búfólkum til endurmenning • Greiða frá týdninginum av endurmenning í mun til útvaldar støður • Lýsa sjúkrarøktarfaklig tiltøk og umhugsan, sum skulu stuðla, kompensera og fyribyrgja vandamál, sum kunnu hótta lívskvalitetin • Greiða frá, hvørjar uppgávur ymiskir fakbólkar hava í mun til tvørfakliga samstarvið • Greiða frá tí tvørfakliga samstarvinum í mun til sjúkrarøktina til eldri búfólk, heimabúgvandi og varandi sjúk • Greiða frá, hvørji atlit skulu takast við heilivággevan til eldri menniskju • Lýsa hvussu kommunala eldraøkið og heimatænastan er skipað • Greiða frá, hvussu Almanna – og heilsuverkið er skipað og virkar • Lýsa útvaldar samfelagsligar raðfestingar sæð útfrá einum búskaparligum og siðfrøðisligum sjónarmiði • Greiða frá siðfrøðiligu hugtøkunum autonomi og paternalisma í mun til etiskar tvístøður innan sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk • Greiða frá umhugsanum í samskiftinum við tann einstaka, ið er raktur av talutrupulleikum (sum td. demens og afasi) • Greina sjúkrarøktarfakligan spurdóm í mun til eldri/varandi sjúk • Lýsa fyrimunir og vansar við vælferðartøkni til eldri.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er býtt upp í tveir partar – ein skrivlig uppgáva, sum er próvhoyringarstøði fyri einari munnligari próvhoyring. Hvør partur telur 50 % av tí samlaða próvtalinum. Sí Krøv til próvtøkuna.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Ábyrgd
Sunrit Niklasdóttir