8869.15 - Sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk (B) (klinikk)


Skeiðsnummar
8869.15
Heiti
Sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk (B) (klinikk)
ECTS
12
Endamál
Ætlanin er, at lesandi ognar sær vitan um sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk, ið bæði fyribyrgir sjúku og fremur heilsu. Ætlanin er eisini, at lesandi ognar sær vitan um royndirnar av heilsu og vælveru hjá teim eldru og varandi sjúku.
Innihald
Sjúkrarøktin er rættað ímóti teimum eldru og varandi sjúku, og fer fram ávikavist í heimatænastuni og á ellis- og røktarheimum. Undirvísingin er skipað soleiðis, at helvtin av flokkinum fer í heimatænastuna og hin helvtin fer á ellis- og røktarheim. Sjá fylgiskjal “Karmar fyri klinisku undirvísing í heimatænastu og á ellis- og røktarheimum “ eind 8.
Læru- og undirvísingarhættir
Kliniska undirvísingin er skipað sum samvirkandi lesnaður á ellis – og røktarheimið og í heimatænastuni. Samvirkandi lesnaður er: at lesandi luttekur í og útinnir sjúkrarøkt saman við sjúkrarøktarfrøðingi. Lesandi fær møguleika at observera, lýsa og greina sjúkrarøktarfakligar spurdómar og útinna sjúkrarøkt til útvaldar sjúklingar.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Duga at koma inn í eitt heim, og virða tann einstaka, avvarðandi og umhvørvið hjá honum/henni • Duga at møta tí einstaka, og sýna nærleika og forstáilsi fyri honum/henni • Duga at samskifta við tann einstaka grundað á samskiftissástøði • Brúka sjúkrarøktarprosessina til at meta um, grundgeva, leggja til rættis, útinna, eftirmeta og skjalfesta sjúkrarøktina til eldri og varandi sjúk • Duga at útinna sjúkrarøkt, ið stuðlar likamligu, sálarligu, andaligu og sosialu tørvunum hjá eldri og varandi sjúk, og fyribyrgir heilsubilan í sambandi við ellisbrek. • Duga at fyrisita heilivágsgevan sambært heilivágsleiðreglum. • Duga reflektera um útintu sjúkrarøkt. • Duga at skjalfesta refleksjónir í skjalaskjáttuna. • Greiða frá sjúkrarøktarfakligum tiltøkum og umhugsanum, sum stuðla, kompensera og fyribyrgja vandamál, sum kunnu hótta lívskvalitetin hjá búfólki og heimabúgvandi • Reflektera um, hvørjar uppgávur ymisku fakbólkarnir hava í røkt og viðgerð til búfólk og heimabúgvandi • Greiða frá tvørfakliga samstarvinum í røkt og viðgerð til búfólk og heimabúgvandi • Reflektera um siðfrøðiligar tvístøður í mun til eldri/varandi sjúk • Reflektera um egnar reaktiónir í møtinum við tann einstaka • Duga sjálvstøðugt at leggja til rættis, útinna og eftirmeta sjúkrarøkt, og duga at skjalfesta sjúkrarøktina í kardex á kliniska undirvísingarstaðnum (røktargongdin) • Duga at greiða frá og grundgeva fyri ráðløgdu sjúkrarøktini • Leita fram og brúka granskingar- og menningargrundaða vitan um ávís fyribrigdi innan gerontologi og varandi sjúkur
Próvtøkuháttur
Støðumet. Lesandi verða mett í mun til læruúrtøkunar fyri klinisku undirvísingina í eind 8. Metanin av lesandi er javnmett við eina innanhýsis próvtøku. Metingin staðið/ikki staðið skal skjalfestast á próvskjal í skjalaskjáttuni.
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Sunrit Niklasdóttir