8877.20 - Sjúkrarøkt til bráðsjúk og lívshóttandi sjúk


Skeiðsnummar
8877.20
Heiti
Sjúkrarøkt til bráðsjúk og lívshóttandi sjúk
ECTS
15
Endamál
At lesandi ognar sær vitan um og skil fyri sjúkrarøkt, sum kann stuðla menniskjum, ið eru bráðsjúk og lívshóttandi sjúk. At lesandi ognar sær vitan um palliativa sjúkrarøkt, sum kann stuðla menniskjum, ið fáa linnandi viðgerð og sjúkrarøkt, sum kann stuðla menniskjum, ið eru doyggjandi og við deyða. At lesandi ognar sær vitan um alternativar viðgerðir sum ískoyti til tær traditionellu viðgerðirnar. At lesandi mennir akademiskt arbeiðslag.
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum 8 vikur ástøðilig og 2 vikur klinisk undirvísing. Innihaldið í ástøðiligu undirvísingini er: • Traumatologi • Vætu-elektrolytviðgerð • Bráðsjúk og lívshóttandi sjúk • Sjúkrarøkt til sjúklingar sum eru bráðsjúkir • Samskiftið við fólk í kreppu • Sorg, líðing, meistring og vón í mun til at vera lívshóttandi sjúkur • Viðgerð og sjúkrarøkt til krabbameinssjúklingar • Eutanasi • Palliativ sjúkrarøkt, hospice, doyggjandi og deyðin • Komplimentær og alternativ viðgerð og røkt • Arvafrøði, har dentur verður lagdur á samanseting og funktión hjá arvaeindum og kromosomum á mýla støði, teirra arvalykil, arvalæru og arvaligar sjúkur og fyribyrging av teimum Innihaldið í klinisku undirvísingini er: • 1 vika í venjingarstovu har lesandi venja hegni í at útinna sjúkrarøkt til bráðsjúk og lívshóttandi sjúk
Læru- og undirvísingarhættir
Ástøðiliga undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, case, bólkaarbeiði, sjálvlestur. Klinisku undirvísingini fer fram í venjingarstovuni, har lesandi venja hegni útfrá case. Harumframt luttaka lesandi aktivt í mun til samskifti- og reflektiónsvenjingar. Skjalaskjáttan verður brúkt sum amboð til útinnan, refleksjónir og eftirmetingar.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Duga leiðreglar galdandi fyri móttøku av bráðsjúkum menniskjum • Greina útvaldar kompleksar sjúkrarøktarfakligar spurdómar í lívshóttandi støðum • Greiða frá patologiskum fyribrigdum í mun til bráð- og lívshóttandi sjúkum • Greiða frá farmakokinetik, farmakodynamik í mun til krabbameinsviðgerð og lívbjargandi viðgerð • Duga at samskifta við sjúklingar og teirra avvarðandi, sum eru í kreppu • Reflektera um týdningin av samstarvi við sjúklingar, ið eru raktir av lívshóttandi sjúku og teirra avvarðandi • Lýsa útvaldar átrúnaðarligar áskoðanir og teirra átrúnaðarligu fyribrigdir • Greiða frá ymiskum veitingum, sum kunnu veitast til sjúklingar, ið eru lívshóttandi sjúkir og doyggja • Greiða frá løgfrøðiligari mannagongd, tá sjúklingar doyggja • Greiða frá mannagongd, tá sjúklingar skulu í viðgerð uttanlands • Greina útvaldar interventiónir í mun til likamligan, eksistensiellan, andaligan og átrúnaðarligan tørv hjá sjúklingum, ið hava lívshóttandi sjúku • Greiða frá tørvinum fyri umsorgan hjá sjúklingini og avvarðandi í bráðstøðuni • Greiða frá tørvinum fyri umsorgan og linnandi sjúkrarøkt hjá sjúklingi, ið hevur fingið staðfest ólekjandi sjúku • Kjakast um sjúklingaperspektivið í mun til hugtøkini meistring, sorg, líðing og vón • Greina eutanasi útfrá løgfrøðiligum, átrúnaðarligum og siðfrøðiligum sjónarhorni • Lýsa hvønn týdning arvaeginleikar (ílegur) hava fyri útvikling av ávísum sjúkum • Lýsa útvaldar komplimenterar og alternativar viðgerðarhættir og lýsa, hvussu hesir hættir virka • Lýsa ábyrgd í mun til at kunna sjúklingar viðvíkjandi komplimentera og alternativa viðgerð • Arbeiða vísindaligt við útgangsstøði í tillagaðum verkætlanarfrymli • Viðgera kliniskan sjúkrarøktarfakligan spurdóm, sprottin úr eindini • Meta um egnan lærutørv í mun til útbúgvingartilgongdina
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein skrivlig uppgáva. Sí Krøv til próvtøkuna.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sí undirvísingarskrá
Ábyrgd
Durita Gunnvør Neshamar