8878.21 - Sjúkrarøkt og endurmenning til eldri og varandi sjúk (ástøði)


Skeiðsnummar
8878.21
Heiti
Sjúkrarøkt og endurmenning til eldri og varandi sjúk (ástøði)
ECTS
3
Endamál
At lesandi fær innlit í hvønn týdning endurmenning hevur í mun til eldri og varandi sjúk.
Innihald
• Heildaráskoðan í sjúkrarøktini • Sosialgerontologi og seksualitetur hjá eldri • Andalig umsorgan • Endurmenning til eldri og varandi sjúk. • Varandi sjúka og lívsgóðska • Kronisk pína • Arbeiða við sjúkrarøktarfakligum spurdómi innan endurmenning í mun til eldri og varandi sjúk.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Lýsa eyðkenni við sosialgerontologi • Lýsa seksualitet hjá eldri • Lýsa ástøði um kroniska pínu og sjúklingsins upplivilsi av kroniskari pínu • Lýsa ymisk ástøði um lívsgóðsku í mun til varandi sjúk • Reflektera um egnar reaktiónir í mun til andaliga umsorgan • Greiða frá týdninginum av endurmenning í mun til útvaldar støður hjá eldri/varandi sjúkum. • Greina sjúkrarøktarfakligan spurdóm innan endurmenning í mun til eldri/varandi sjúk
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er eitt bólkaarbeiði við munnligari framløgu. 100% kravd luttøka krevst fyri at standa. Sí próvtøkukrøv.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Sí undirvísingarskrá
Ábyrgd
Durita Gunnvør Neshamar