8885.22 - Heilsufremjandi og fyribyrgjandi sjúkrarøkt í samfelagsligum høpi.


Skeiðsnummar
8885.22
Heiti
Heilsufremjandi og fyribyrgjandi sjúkrarøkt í samfelagsligum høpi.
ECTS
15
Endamál
At lesandi skilur hvønn týdning sjúkrarøkt hevur í samband við fyribyrgjandi og heilsufremjandi tiltøk og ætlanir í heilsuverkinum og í samfelagnum. At lesandi fær innlit í hvønn leiklut sjúkrarøktarfrøðingurin hevur í samfelagsligum høpi viðvíkjandi heilsufremjan og fyribyrgjan. At lesandi mennir førleika til at kunna greina og miðla sjúkrarøktarfakligar spurdómar í samfelagsligum og mentunarligum høpi. At lesandi menna førleika til at leita í heilsuvísindaligum dátugrunnum og meta um kvantitativar vísindaligar greinar.
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum ástøðilig (8 vikur) og klinisk undirvísing (2 vikur). Innihaldið í tí ástøðiligu undirvísingini er: • Leikluturin hjá sjúkrarøktarfrøðinginum í samfelags høpi. • Ymisk ástøði um heilsu, heilsufremjan og fyribyrging. Umrødd verða eisini hugtøk, ið verða brúkt til at greina heilsustøðuna, sum til dømis, lívsstílur, lívsformar, sosialt netverk og útbrentheit. • Ástøðilig fatan av heilsupolitikki - lógir, viðtøkur og aktørar • Tjóða og altjóða tiltøk og ætlanir, t.d. WHO, Heilsustýrið í Danmark og Fólkaheilsuætlan í Føroyum. • Innleiðsla til mannfrøði og mentan. • Umhugsni í mun til miðlan ávikavíst til tann einstaka og til almenningin • Misnýtsluvandamál • Ættleiðing • Leitan eftir vísindaligum greinum í heilsuvísindaligum dátugrunnum. • Innleiðsla til grundleggjandi hugtøk innan epidemiologi og hagfrøði. • Kvantitativ granskingarháttaløg og teirra eyðkenni. • Meting av vísindaligum greinum í mun til validitet og reliabilitet. • Grein, sum viðgerð spurdóm í mun til sjúkrarøkt. Innihaldið í klinisku undirvísingini er at: • Observera heilsufremjandi og fyribyrgjandi leiklutin hjá sjúkrarøktarfrøðinginum í samfelags høpi. Kliniska undirvísingin verður skipað sum observatiónsklinikk ávikavist 1 viku saman við heilsufrøðingum og 1 viku saman við sjúkrarøktarfrøðingum á fyribyrgingar- og viðgerðarstovnum og heilsufremjandi stovnum í primeru heilsutænastuni.
Læru- og undirvísingarhættir
Ástøðiliga undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði og sjálvlestur. Harumframt samvirkandi lesnaður á kliniskum undirvísingarstøðum.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Lýsa heilsupolitikk við støði í heilsupolitiskum ætlanum • Greiða frá hugtøkum og ástøði innan fólkaheilsuvísindi við denti á heilsu • Lýsa hvønn týdning sosialur ójavni hevur á heilsuna • Lýsa misnýtsluvandamál í mun til rúsevni, rúsdrekka og heilivág • Lýsa hvørji krøv og rættindi eru í mun til tað likamliga og sálarliga arbeiðsumhvørvi • Greiða frá hvønn týdning arbeiðsumhvørvið hevur á heilsuna • Greiða frá, hvussu mentunarlig viðurskifti ávirka handlimøguleikar hjá tí einstaka við støði í sjúkrarøktarástøði • Greiða frá, hvussu heilsunámsfrøði kann brúkast í fyribyrgjandi og heilsufremjandi sjúkrarøkt • Greiða frá vandatættum (risikofaktorar), ið kunnu elva til sjúku • Greiða frá týdninginum av motivatión í mun til lívsstíl • Greiða frá samskiftis umhugsni í mun til at hava relatión og dialog við borgararnar • Reflektera um etiskar spurdómar í mun til lívsstíl og livikor hjá hvørjum einstøkum • Staðfesta ymisk fyribyrgingar- og heilsufremjandi tiltøk og ætlanir • Meta um ymisk heilsufremjandi- og fyribyrgingartiltøk og ætlanir, bæði tjóðarliga og altjóðarliga • Greina spurdómar innan fyribyrging og heilsufremjan • Leita fram og brúka granskingargrundaða vitan um heilsufremjandi, fyribyrgjandi og viðgerandi virksemi • Kjakast um heilsufremjandi og fyribyrgjandi leiklutin hjá sjúkrarøktarfrøðingum í samfelagsligum høpi • Miðla sjúkrarøktarfakliga vitan innan heilsufremjan og fyribyrgjan til einstaka brúkaran (sjúkling, avvarðandi) • Miðla sjúkrarøktarfakliga vitan innan heilsufremjan og fyribyrgjan til almenningin • Duga at leita eftir grein, ið nýtir kvantitativt háttalag, á heilsuvísindaligum dátugrunnum • Meta vísindaligu greinina, ið viðger spurdómar innan sjúkrarøkt
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein skrivlig bólkauppgáva. Sí Krøv til próvtøkuna.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sí undirvísingarskrá
Ábyrgd
Sunrit Niklasdóttir