8891.16 - Grundleggjandi tørvur


Skeiðsnummar
8891.16
Heiti
Grundleggjandi tørvur
ECTS
15
Endamál
Ætlanin er, at lesandi fær vitan um grundleggjandi tørvir, fær vitan um sjúkrarøktarástøði, og mennir førleika til at greina spurdómar við hóskandi ástøði. Ætlanin er, at lesandi mennir akademiskt arbeiðslag.
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum ástøðilig og klinisk undirvísing. Innihaldið í tí ástøðiligu undirvísingini er: • Sjúkrarøktarsøga • Ástøði og sjúkrarøktarástøði • Grundleggjandi tørvir útfrá ástøði hjá Virginiu Henderson • Húð og húðrøktarevni • Hugtøk í sjúkrarøktini; umsorgan, relatión og kroppur • Innleiðsla til samfelagsfrøði og samfelagsskipanir. Herundir bygnaðin av heilsuverkinum • Innleiðsla til siðfrøði og etisku leiðreglurnar í sjúkrarøkt • Innleiðsla til heimsspeki, vísindaástøði og granskingarháttlagsfrøði • E- leiting á hóskandi leitigrunnum • Arvafrøði, har dentur verður lagdur á samanseting og funktión hjá arvaeindum og kromosomum á mýla støði, teirra arvalykil, arvalæru og arvaligar sjúkur og fyribyrging av teimum Innihaldið í tí klinisku undirvísingini er: • Innleiðsla til venjingarstovuna sum útbúgvingarstað • Seingjareiðing • Handreinføri
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, case, bólkaarbeiði, sjálvlestur og uppgávuskriving. Harumframt venjingar í venjingarstovuni.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Staðfesta høvuðs- og virkisøkið innan sjúkrarøkt; tað er lógir, leiðreglur og yrkisástøði, og hvat týdning tey hava fyri sjúkrarøktina • Lýsa leiklutin og virkisøki hjá fakbólkunum, ið starvast innan heilsuverkið • Lýsa samfelagsskipanir settar í mun til føroysku samfelagsskipanina og uppbygging av heilsuverkinum • Lýsa hvat etisku leiðreglurnar innan sjúkrarøkt eru grundaðar á • Lýsa høvuðshugtøk innan siðfrøði • Lýsa vísindasøguligu gongdina frá Platon til nútíðina • Lýsa týdningin av heimspeki í sjúkrarøktini • Lýsa høvuðseyðkenni við náttúru-, samfelags- og hugvísind og hóskandi granskingarháttaløg • Greiða frá sjúkrarøkt sum umsorgarnarfak, relaterað til søguligt og nútíðar perspektiv • Lýsa hugtøkini relatión, kroppur og umsorgan • Greiða frá grundleggjandi tørvum hjá menniskjanum við støði í ástøði hjá Virginiu Henderson • Seta fram heilsufremjandi uppskot um tiltøk í mun til grundleggjandi tørvir • Leita og velja viðkomandi sjúkrarøktarfakliga vitan, sum umrøðir grundleggjandi tørvir • Orða seg skrivliga og munnliga um fakligar spurdómar • Duga at argumentera við uppáhald, próvgrund og heimild • Duga handreinføri eftir galdandi reinførismeginreglum • Lýsa hvønn týdning arvaeginleikar (ílegur) hava fyri útvikling av ávísum sjúkum • Skipa egnu læring í samstarvi við medlesandi og undirvísarar • Meta um egnan lærutørv í mun til útbúgvingartilgongdina
Próvtøkuháttur
Einsæris skrivlig próvtøka. Sí krøv til próvtøkuna.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Ábyrgd
May-Britt Skoradal