8892.15 - Sjúkrarøkt til fólk við somatiskari sjúku (A)


Skeiðsnummar
8892.15
Heiti
Sjúkrarøkt til fólk við somatiskari sjúku (A)
ECTS
15
Endamál
Ætlanin er, at lesandi skal vinna sær førleika í fyribyrgjandi, stuðlandi, kompenserandi og viðgerandi sjúkrarøkt til menniskju við likamligari sjúku. Ætlanin er eisini, at lesandi við støði í grundleggjandi tørvum skal venja handaligt hegni innan ávís sjúkrarøktarfaklig øki.
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum ástøðilig og klinisk undirvísing. Innihaldið í tí ástøðiligu undirvísingini er: • Sjúkrarøkt rættað ímóti trongd, fepuri og immobiliteti • Ástøði um eginumsorgan við D. Orem • Skjalfesting av sjúkrarøkt • Sjúkrarøktarprosessin, herundir gerð av røktarætlan • Útvaldar sjúkur í andaleiðini, beinagrindini og nervalagnum, harumframt útvaldar ígerðarsjúkur • Reinføri, fyribyrgjan av smittuspjaðing, smittukeldur, smittuhættir og smittuvegir • Innleiðsla til samskifti, samskiftissástøði og samskiftisvenjingar. • Innleiðsla til námsfrøði, og didaktikkur í mun til kunning og vegleiðing: luttakarafortreytur og kontekstur • Innleiðsla til løgfrøði. Løgfrøðiligar ábyrgdir og skyldur í sjúkrarøktaryrkinum. Løgfrøðilig hugtøk: tagnarskylda, sjúklingarættindi og revsitiltøk. Innihaldið av klinisku undirvísingini í venjingarstovuni er: • persónligt reinføri – seingjarbað, munnrøkt, fótabað • mata sjúkling • røkt í sambandi við útskiljan • flytingar úr og í song/stól • samskifti og samvirkni • refleksjón
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, case arbeiði við lestrarspurningum, bólkaarbeiði, sjálvlestur og kliniskar venjingar í venjingarstovu.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Greiða frá hugtakinum eginumsorgan útfrá D. Orem, sjúkrarøktarástøðingi • Lýsa týdningin av skjalfesting av sjúkrarøkt og nýta skjalfestingaramboð í sjúkrarøktini • Lýsa námsfrøðilig umhugsni í mun til at kunna og vegleiða sjúklingar • Dugir at útinna persónligt reinføri og taka atlit til blúni, intimitet og integritet • Greiða frá immobiliteti útfrá anatomiskum og lívvirkisfrøðiligum sjónarhorni • Brúka meginreglurnar innan kommunikatiónstilgongdina, har ímillum aktiva lurtan • Við støði í sjúkrarøktarprosessini, metir um tørv sjúklingsins og setur fram uppskot um fyribyrgjandi, stuðlandi, kompenserandi og viðgerandi sjúkrarøkt, og skjalfestir sjúkrarøktina • Lýsa fyribrigdi fepur og sjúklingsins upplivilsi av fepuri • Greiða frá sjúkrarøktarfakligu spurdómum í sambandi við fepur, immobilitet og trongd • Duga at meta um arbeiðsstøður og meistrar viðkomandi flytiteknikk og brúkar hóskandi amboð til at fyribyrgja skaðar hjá sær sjálvum, sjúklingi og starvsfólkum • Brúka flytiteknikkir, sum tryggja, at sjúklingurin brúkar sínar resursir best møguligt • Greiða frá tí innaru, uttaru og spesifikku immunverjuni • Greiða frá teimum beinleiðis og óbeinleiðis smittuhættunum, og lýsa týdningin av sjúkufyribyrging á sjúkrahúsum • Greiða frá hvussu likamið ger mótstøðuføri (resistens) • Lýsa altjóða mannagongdir við fyribyrging og viðgerð av MRSA (Methicillin Resistent Stafylokok Aureus) • Greiða frá patofysiologiskum broytingum við útvaldum ígerðarsjúkum • Greiða frá patofysiologiskum broytingum við útvaldum sjúkum í andaleiðini, beinagrindini og nervalagnum • Lýsa hvørjar kanningar og viðgerðir eru til útvaldar sjúkur í andaleiðini, beinagrindini, nervalagnum og til útvaldar ígerðarsjúkur • Duga fakterminologi innan sjúkulæru (munnliga og skrivliga) td. hugtøk sum ætiologi, patofysiologi, profylaksa, klinisk og paraklinisk kanning og prognosa • Skipar egnu læring í samstarvi við medlesandi og undirvísarar • Greiða frá evnafrøðiligu absorptiónini, sundurbýtingini, niðurbrótingini og eliminasjónini av útvaldum heilivági (farmakokinetik) • Greiða frá árini og hjáárini av útvaldum heilivági (farmakodynamik) • Lýsa teir ymisku heilivágsfyrisitingarhættirnir • Lýsa ábyrgdina og førleika hjá sjúkrarøktarfrøðingum í mun til handfaring og fyrisiting av heilivági • Lýsa hvørjar løgfrøðiligar ábyrgdir og skyldir sjúkrarøktarfrøðingurin hevur • Reflekterar yvir útintu sjúkrarøkt í skjalaskjáttuni
Próvtøkuháttur
Einstaklinga, kombinerað skrivlig og munnlig próvtøka
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Ábyrgd
Súsanna Herdalur Tausen