8893.18 - Sjúkrarøkt til fólk við somatiskari sjúku (B)


Skeiðsnummar
8893.18
Heiti
Sjúkrarøkt til fólk við somatiskari sjúku (B)
ECTS
15
Endamál
Nursing care to people with somatic diseases (B)
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum ástøðilig og klinisk undirvísing. Innihaldið í ástøðiligu undirvísingini er: • Sjúkrarøkt rættað ímóti pínu, obstipatión, urininkontinens og føðslutørvi. • Sjúkrarøkt rættað ímóti Diabetes Mellitus. • Pre- og postoperativa sjúkrarøkt • Føðsla og føðslutørvur • Ástøði um eginumsorgan við Dorothea Orem • Røktarætlan við støði í støðu sjúklingsins • Útvaldar medisinskar, kirurgiskar og gynækologiskar sjúkur • Heilivágur til útvaldu sjúkurnar innan medisin, kirurgi og gynækologi Innihaldið av klinisku undirvísingini í venjingarstovuni er: • venja hegni í savnan, lýsing og meting av data í mun til likamligar funktiónir • venja hegni í præ- og post operativ sjúkrarøkt við denti á obs og røkt av sár, pínu, fepur og mobilitet • venja hegni í reinførismeginreglar við røkt av kath a demeure og venflon • venja hegni í at taka landroyndir • venja hegni í útinnan av persónligum reinføri við atliti til meginreglunum innan smittufyribyrging • venja hegni í heilivágvsleiðreglum og inj. teknik • venja hegni í at brúka Cosmic • venja hegni í grundleggjandi sjúkrarøkt til ein ávísan sjúkling • reflektión um útinta sjúkrarøkt
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, case arbeiði við lestrarspurningum, bólkaarbeiði, sjálvlestur og kliniska undirvísing á góðkendum útbúgvingarstovnum.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Greiða frá patofysiologiskum broytingum við útvaldum sjúkum í sodningarleiðini (íroknað akut abdomen) og landrásini • Greiða frá patofysiologiskum broytingum við Akut coronar syndrom og Incompensatio cordis. • Greiða frá patofysiologiskum broytingum við Diabetes Mellitus • Greiða frá patofysiologiskum broytingum artrosu í coxa/mjadnum og regio genus/knæ • Greiða frá patofysiologiskum broytingum við cysto- og rectocele • Greiða frá føðslusamansetingini í sjúkrahúskosti • Lýsa altjóða og tjóða føðslupolitikkin • Greiða frá præ- og postoperativari sjúkrarøkt til útvaldar sjúklingar • Greiða frá sjúkrarøktarfakligum spurdómum og útinna handlingar í mun til útvaldar sjúkur í sodningarleiðini og landrásini, akut coronarsyndrom, incompesatio cordis, diabetes mellitus, alloplastik, knæprotesu, akut abdomen, cysto- og rectocele • Duga at rokna orku- og proteintørv út í mun til føðslutørv sjúklingsins • Staðfesta og greina føðsluligar spurdómar hjá sjúklingum í mun til útvaldar serstøður • Brúka føðsluscreening (primær og sekundær screening) • Greiða frá evnafrøðiligu absorptiónini, sundurbýtingini, niðurbrótingini og eliminasjónini (farmakokinetik) av útvaldum heilivági • Greiða frá árini og hjáárini av útvaldum heilivági (farmakodynamik) knýtt at sodningarleiðin, landrásin, hjarta- og blóðrensli, pínu og Diabetes Mellitus • Greiða frá útvaldum roknihættum innan heilivágsgevan (t.e. umroknan av eindum, rokning í prosentum, útroknan av skamti og tynningsfrymilin) • Duga at nýta www.promedicin.dk • Greiða frá immobiliteti útfrá anatomiskum og lívvirkisfrøðiligum sjónarhorni • Lýsa ymisk ástøðilig sjónarhorn á pínu og sjúklingsins upplivilsi av pínu • Brúka klinisk háttaløg til at meta um støðu sjúklingsins í mun til vaml, obstipatión, pínu, febur, immobilitet og føðslu. • Við støði í sjúkrarøktarástøði, meta um tørv sjúklingsins og seta fram uppskot um fyribyrgjandi, stuðlandi, kompenserandi og viðgerandi sjúkrarøkt • Skipa egnu læring í samstarvi við medlesandi og undirvísarar • Lýsa, hvat eyðkennir ástøði og praksis og sambandið teirra millum • Lýsa ábyrgdina og førleikan hjá sjúkrarøktarfrøðingum í mun til handfaring og fyrisiting av heilivági • Lýsa teir ymisku heilivágsfyrisitingarhættirnir
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er einsæris, skrivlig heimauppgáva á 72 tímar. Sí Krøv til próvtøkuna.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sí undirvísingarskrá
Ábyrgd
Hildigunn Steinhólm Højgaard